Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elin nýggjur leiðari í Blákolluni

Klaksvíkar Kommuna

Elin Mikkelsen hevur tikið við starvinum sum leiðari í Blákolluni, og í dag ynskti Jógvan Skorheim, borgarstjóri henni til lukku og vælkomnari.

Nýggi leiðarin í Blákolluni byrjaði í starvinum um mánaðarskiftið, og í dag, tá ið borgarstjórin var á jólavitjan á stovninum, nýtti hann eisini høvið at ynskja Elini vælkomnari og til lukku við starvinum.

Elin Mikkelsen er úr Syðrugøtu og útbúgvin námsfrøðingur. Hon hevur áður virkað sum leiðari fyri dagrøktina í Klaksvíkar kommunu, í Gøtu kommunu og síðani í samanløgdu Eysturkommunu. Seinastu tvey árini hevur Elin starvast sum námsfrøðingur í vøggustovu á dagstovninum Gjáa við Gøtugjógv, og nú hevur hon tikið við sum leiðari í Blákolluni í Klaksvík.