Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elin og Óli – og øll hini

John William Joensen

Nú er frøin stór, tí tað er eydnast at bjarga nøkrum sendingum, sum Elin og Óli høvdu í barnaløtum í Sjónvarpinum fyri nógvum árum síðani.

Samstundis hoyra vit, at tað stendur syndarliga til við øllum arkivinum hjá Kringvarpinum. Føroya fólk hevur síðan 1957 goldið fyri henda stovn, men tá vit ynskja at fáa at vita, hvat ið sent varð, so megnar stovnurin ikki at koma við tilfarinum, annaðhvørt tí at tað er mislagt, ella av tí, at tað tilfarið, ið nýtt varð, er forfarið.

Hetta er nakað, sum vit sum tjóð als ikki kunnu finna okkum í.

Tá ið tað er prógvað, at Kringvarpið ikki klárar at varðveita sendingarnar fyri eftirtíðina, so er helst einki annað at gera enn at flyta ábyrgdina av hesi varðveiting frá Kringvarpinum til onkran stovn, sum megnar hesa uppgávu. Her er upplagt at brúka Landsbókasavnið. Tað skal goyma alt tilfar, sum áhuga hevur fyri tey, sum vilja hava nakað at vita um Føroyar. Hví ikki lata einar 5 milliónir av teimum 60, sum nevtollurin gevur Kringvarpinum, fara til Landsbókasavnið, so tað fær møguleika fyri at gera tilfarið, sum sent er í Kringvarpinum, atkomuligt fyri Føroya fólk?

So fer ikki bert at bera til at fegnast um Elin og Óla, men eisini um øll hini, og tey eru mong.

Zakarias Wang