Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elis Poulsen – ólógliga uppstillaður?

John William Joensen

Flokksleiðslan í Tjóðveldinum vil ikki svara sandoyingum – hvørjar heimildir flokksleiðslan hevur at stillað upp Elis Poulsen, tá uppstillar felagið hjá Elis Poulsen vrakaði hansara uppstilling á almennum fundi.

Sambært reglugerðini hjá Tjóðveldinum eru tað valdømisfeløg sum hava ábyrgdina av at stillað upp valevni, ið eru limir í flokkinum til løgtingið.

Sambart heimasíðuni hjá Tjóðveldinum stendur púra greitt, at valdømisfeløgini virkað eftir egnum lógum, sum bert kunnu broytast við samtykki frá flokkstinginum.

Limirnir í Tjóveldinum eru ikki beinleiðis limir í landsfelagnum, men í lokalu veljarafeløgunum og Elis Poulsen er limir í Sandoyar Tjóðveldisfelag.

Har avgjørdi ein greiðir meiriluti 37 fyri, 16 ímóti og 2 blankar, at uppstillað eitt valevni til komandi løgtingsval. Á seinasta uppstillingarfundinum hjá Tjóðveldinum í Sandoynni vóru tvey uppskot til valevni, Páll á Reynatúgvu og Elis Poulsen. Páll fekk 43 atkvøður og Elis Poulsen fekk 10 atkvøður.

Allir uppstillingarfundirnir hjá Sandoyar Tjóðveldisfelag vóru lógliga lýstir og nógv fólk møtti til fundar.

Men hendan demokratiska avgerðin í einum veljarafelag – hóvaði ikki flokksleiðsluni í Tjóðveldinum – sum heitti á Norðoya Tjóðveldisfelag og Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag um at stillað Elis upp.

Tá listin við valevnum hjá Tjóðveldinum verður sendur myndugleikunum er Elis Poulsen á listanum – hóast hann ikki hevur verið limir í Norðoya Tjóðveldisfelag og Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.

Eingin uppstillignarfundur í Tjóðveldinum hevur heldur valt Elis Poulsen, og tí hava sandoyingar nú kravt eina frágreiðing frá flokksleiðsluni hjá Tjóðveldinum – men enn er einkið svar komið.

Sum Norðlýsið skilir hava sandoyingar kravt avrit av brøvum og skjølum í málinum.

Øll onnur valevni hjá Tjóðveldinum eru vald av veljarafeløgum á almennum uppstillingarfundum.

Sami trupuleiki í øðrum flokkum
Útvarpið vistið at siga frá rokið í javnaðarflokkinum har sjálvur løgmaður var í vanda fyri ikki at verða uppstillaður og í Sambandsflokkinum avgjørdi flokksleiðslan at stilla Rósu Samuelsen upp hóast almennur uppstillingarfundur hjá flokkinum í Vágum hevði vraka hana.