Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum: Vit góðtaka als ikki at tingið leggur upp í ósemjuna

John William Joensen

sigur formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, Ellintur Abrahamsen, sum samstundis ikki vísir aftur at felagið fer í samhugaverkfall.

Tað er samband millum fakfeløgini, nú tingið er kallað saman at viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum. Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, Ellintur Abrahamsen sigur at teir fylgja væl við og fara at viðgera støðuna um tingið samtykkir uppskotið frá landsstýrinum.
– Vit hava ikki viðgjørt spurningin um samhugaverkfall í nevndini, tí so leingi sum skipini liggja er eingin meining í hesum.
– Men samtykkir tingið uppskotið frá landdstýrinum so fara vit at viðgera tann spurningin í nevndini.
 
Landsstýrið gjørt roknifeil.
Ellintur sigur at argumentini hjá fíggjarmálaráðnum fyri ikki at skriva undir nýggjan sáttmála halda ikki í veruleikanum.
– Fyri tað fyrsta var tað ikki Starvsmannafelagið sum bað um ein eitt ára sáttmála. Tað var Bárður Nielsen sjálvur sum útalaði seg um at hann vildi hava frið á arbeiðsmarknaðinum í eitt ár. Tí bleiv tosað um ein eitt ár sáttmála.
– Men minsta kravið frá Starvsmannafelagnum var at teir í minstalagið fingu tað sum svaraði til reallønarlækkingina og tí kundu teir ikki ganga við til tey 0,8 prosentini sum Føroya Arbeiðarafelag fekk í summar.
– Harafturat skulu vit minnast til at tann sáttmálin ásetur at arbeiðarafeløgini fáa eina lønarhækking upp á 2,2 prosent í maj mánaða komandi ár og tí er tað púra butur við at krevja eina null loysn frá Starvsmannafelagnum fram  til oktober mánaða komandi ár.
– Tí er tað eisini ein beinleiðis rokni feilur tá fíggjarmálaráðharrin sigur at hann ikki kann góðtaka at Starvsmannafelagið fær meira enn arbeiðarafeløgini.
 
Mótmælir harðliga
Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum hevur greiðan boðskap til politikararnar.
– Eg fari at mótmæla upp á tað kraftigasta at løgtingi fer inn og samtykkir uppskotið hjá landsstýrinum. Eg kann ikki góðtaka at teir í heilatikið blanda seg upp í ósemjur á arbeiðsmarknaðinum men skulu teir gera nakað so eiga teir at heita á landsstýrið um at undirskriva semingsuppskotið.
– Her má nýtast vit og skil og eg má siga sum er at eg havi havt tað álit á Javnaðarflokkinum at hann er ein arbeiðaraflokkur men eg má siga sum er at eg eisini havi ringar royndir av honum og hinum flokkunum á tingið.
– Samtykkir tingið uppskotið frá landsstýrinum er ein nýggj støða íkomin og hana fara vit sum sagt at viðgera í nevndini hjá Skipara- og Navigatørfelagnum.