Tað var Elmar Rubeksen úr Norðdepli, sum leygardagin gjørdist stóri vinnarin.
Fyrst vann hann Føroyameistara kappingina í egning heili 20 sekund frammanfyri Ólavur Jacobsen, sum gjørdist føroyameistari 2006.
Ólavur gjørdist nummar tvey og á triðajaplássið, bara eitt sekund seinri kom Jógvan á lakjuni.
Kappingin hugtók fólkið
Rættuliga nógv fólk vitjaðu ársins sjómannadag og stemningurin var í topp tá kappast var í egning.
Kappingin um føroyameistararheitið og harvið luttøku í Heimsmeistarakappingini – gjørdist rættiliga spennandi.
Leingi stóð á jøvnum og men fyrstur á mál gjørdist Elmar Rubeksen, úr Norðdepli , men kappingin um 2. plássið var púra jøvn.
Endin var tó at fyrrverandi føroyameistarin, Ólavur Jacobsen, kom á mál – eitt sekund – frammanfyri Jógvan á Lakjuni á triðjaplássið.
Heimsmeistarkappingin
Kjell Ovesen, úr Kjøllefjord, úr Norra, Birgir Karlsson Thomsen, úr Íslandi og Elmar Rubeksen kappaðust síðani um Heimsmeistaraheitið.
Fyrst gingu teir í skrúgongu eftir bryggjuni og upp á pallin har tjóðsangirnir vóru spældir.
Beinanvegin sást at tað gekk betur hjá Elmar Rubeksen og endin var at hann vann heimsmeistaraheitið og ein minutt seinri bleiv norrmaðurin liðugur og ísland gjørdist nummar trí umleið tríggjar minuttir seinri.
Úrslit
FM í egning:
Elmar Rubeksen
8,21,61 min.
Ólavur Jacobsen
8,44,30
Jógvan á Lakjuni
8,45,26
Úrslit
HM í egning:
Elmar Rubeksen (Føroyar)
8,15,50
Kjell Ovesen (Norra)
9,59,81
Birgir Karlsson Thomsen (Ísland)
11,10,67
Heimsmeti óbroytt síðan 2006
John Havn 7:41




