”Tað sum ovasti leiðarin setur út í kortið, tað skulu lokalu leiðslurnar føra út í lívið. Lokalu leiðslurnar skulu gerða eftir ordrum frá ovastu leiðsluni í Havn!”
”Tað sum ovasti leiðarin setur út í kortið, tað skulu lokalu leiðslurnar føra út í lívið. Lokalu leiðslurnar skulu gerða eftir ordrum frá ovastu leiðsluni í Havn!” Ikki heilt óvæntað viðgjørdi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur mest Klaksvíkar Sjúkrahús, tá hon hevði sína framsøgurøðu um sjúkrahúsverkið í morgun.
”Ein starvsfólkadeild – hvar fer hon at verða? – Jú hon verður sjálvandi løgd har, sum flest starvsfólk eru – og tað er í Havn,” segði hon.
”Leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fer við tíðini einki at hava at siga. Lokalu leiðslurnar sleppa at siga sína hugsan, men ovasta leiðslan í Havn tekur avgerðirnar,” segði Elsebeth.
Framsøgukvinnan hjá Fólkaflokkinum vísti eisini á, at allar funktiónirnar sum verða á Klaksvíkar Sjúkrahús, fara eisini at verða gjørdar á annaðhvørt Landssjúkrahúsinum ella Suðuroyar Sjúkrahúsi. Harvið fara tær allar at kunna verða bólkaðar sum ”dupultfunktiónir”.
”Fyrst varð sagt ein leiðsla og eingin tilbúgving skuldi vera í Klaksvík, men so bleiv bakkað eitt sindur eina løtu, áðrenn næsta stigið verður tikið. Hetta er ”salami-metodan”,” segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.




