Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elsebeth spyr Sirið um sjúkrahúsini

Jóhann Lutzen

Á tingfundinum, sum júst er settur, fer Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur at seta Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum spurningar um virksemi á teimum trimum sjúkrahúsunum

Á tingfundinum, sum júst er settur, fer Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur at seta Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum spurningar um virksemi á teimum trimum sjúkrahúsunum

Fyrispurningur um virksemi á teimum trimum sjúkrahúsunum, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Sirið Stenberg 

1. Hvussu nógvir seingjardagar eru á hvørjum av teimum trimum sjúkrahúsunum? 

2. Hvat er sjúklingatalið og innleggingartalið í prosentum á hvørjum av teimum trimum sjúkrahúsunum, sundurgreinað á sjúkradeildir fyri 2016 og fyrra hálvár 2017? 

3. Hvussu nógvar innleggingar eru á teimum ymisku deildunum á sjúkrahúsunum árliga, og hvussu nógvar av hesum eru akuttar? 

4. Hvussu stórt er ambulanta virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum árliga? 

5. Hvussu nógvar vitjanir eru á skaðastovunum á teimum trimum sjúkrahúsunum árliga? 

6. Hvussu nógvar vitjanir eru hjá vaktlæknanum 1870 árliga, 2016 og fyrra hálvár 2017? 

7. Hvussu nógvar vitjanir hevur koyrilæknin árliga, 2016 og fyrra hálvár 2017? 

8. Hvussu nógv ársverk eru á teimum trimum sjúkrahúsunum? 

9. Hvussu er vaktarskipanin uppbygd á teimum trimum sjúkrahúsunum (forvakt, millumvakt, bakvakt) býtt út á sergreinar? 

10. Hvørjir starvsfólkabólkar manna vaktarskipanina? 


Viðmerkingar: Ofta verður tosað um, hvussu nógv virksemi er á teimum trimum sjúkrahúsunum. Við hesum spurningum er ætlanin at fáa meira ítøkiligt at vita við tølum, hvussu nógv virksemi er á hvørjum sjúkrahúsi sær, tá um innleggingar ræður, ársverk o.s.fr. Við at fáa fakta á borðið, hava vit nakað ítøkiligt at fyrihalda okkum til