Á. Tingfundinum í morgin ferð Elsebeth Mercedis tingkvinna at seta Karsten Hansen hesar spurningar :
Á. Tingfundinum í morgin ferð Elsebeth Mercedis tingkvinna at seta Karsten Hansen hesar spurningar :
Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum.
1: Hvat er argumentið fyri at urologiin ikki framhaldandi skal verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ?
2: Hvussu nógvar vikur verður urologur í Føroyum ?
3: Hvussu nógvar vikur av hesum verður hann á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ?
4: Hvussu nógv minkar urologiska virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi aftaná hesar broytingarnar ?
Urologiin hevur verið vælvirkandi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í minst 20 ár. Avvarðandi serlækni hevur enntá verið í fjølmiðlunum og róst starvsfólkunum á sjúkrahúsinum í hesi sergrein. Sjúklingur hevur eisini so seint sum í hesi vikuni verið í sjónvarpinum og róst sjúkrahúsinum fyri viðgerðina, sum hann hevði fingið á KS. Nú knappliga, sum snarljós av klárum himni verður hálsað um. Nú er knappliga best at skurðviðgerða á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Spurningurin er, um nakað nýtt er komið fram, sum vit ikki vita um, sum er orsøkin til at urologiin skal flytast.
Tað sum stendur eftir er, hvar sjúklingurin er í øllum hesum. Nú skal hann til undankanning í Klaksvík. Til Suðuroyar ella til Havnar at skurðviðgerast og til samtalu í Havn. Sjúklingarnir eru ikki í tí yngra endanum og mugu teir tí oftast hava fylgjara við. Fyrr skuldu teir til eitt stað og tað var í Klaksvík. Nú skulu teir kanska á trý støð.
Eftir at landsstýrismaðurin hevur boðað frá, hvørjar ætlanir hann hevur í samband við hvussu urologiin skal skipast frameftir, er tað alt, sum tíður uppá, at hetta verður niðurlaging av urologiska virkseminum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Fyri at fáa hetta nærri lýst, verða hesir spurningar settir.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur




