52 ára gamla og siðvanda Klaksvíkar Hornorkestur, hitar upp til ta árligu jólakonsertina í Christianskirkjuni við at halda eina konsert í Ósáskúlanum tann 23. november, har eisini tað fyri stuttum stovnaða Kvinnukórið Suð fer á pallin.
Meir enn nakað annað ljómlið í lokalsamfelag okkara eigur Klaksvíkar Hornorkestur sítt fasta pláss í hugaheimi klaksvíkinga og norðinga – og tað kemst ikki av ongum, tí hetta nú meir enn hálva øld gamla orkestur hevur nú í fleiri mannaminni sett sín serstaka og framúr hugnaliga dám á býarlívið í Klaksvík.
Fyri hetta hava hesi fólk eina stóra tøkk uppiborið.
Eingin Norðoyastevna uttan Kl. Hornorkestur.
Í dag er ógjørligt at ímynda sær eitt Grækarismessuhald, eitt Flaggdagshald, eina Norðoyastevnu ella eina jólakonsert í Christianskirkjuni uttan Klaksvíkar Hornorkestur – tað letur seg snøgt sagt ikki gera. So einfalt er tað.
2 venjingar um vikuna.
Men sum so mangt annað, so kemur heldur ikki hetta av sær sjálvum – her liggur eitt stórt og støðugt arbeiði aftanfyri.
Hvørt mánakvøld og mikukvøld klokkan 20 møtast hesir trúgvu hornblásararnir og trummusláarnir til venjingar í hølunum, sum eru í norðara enda av ovaru hædd á brandstøðini, og so verður hildið á í einar tveir tímar.
Eitt framúr støðufesti.
Tá eitt orkestur hevur megnað at hildið á og hildið saman í meir enn hálva øld – har onkrir av stovnarunum spæla við enn, so sigur tað seg sjálvt, at tað hevur átt og eigur nakrar stuðlar, sum hava víst eitt ómetaligt trúfesti og áhaldni.
Hesir persónar nýtast ikki at siga nakað í orðum, tí teirra avrik siga í ríkiligt mát frá einum framúr alski til horntónleikin og einum støðufesti, sum ikki er hvørs mans ogn.
Vinskapurin grundstuðulin.
Í faldara, sum varð gjørdur í 1990 í sambandi við 40 ára stovningardag orkestursins, men sum kortini ongantíð varð givin út alment, skrivar millum aðrar Sámal Christiansen eina heilsan til orkestrið.
Har sigur hann millum annað:
– Tað hava verið góðar og minni góðar løtur í hornorkestrinum, men latið okkum gloyma og bert minnast tær góður løturnar, har vinir funnu saman í felags anda. Ein vinskapur millum spælarar, sum hevur hildið á frá fyrsta degi, og sum hevur verið grundstuðulin undir tí, sum í dag er Klaksvíkar Hornorkestur.
Tá vit í vikuni stukku inn á gólvið, meðan orkestrið vandi, hittu vit eisini Sámal Christiansen, sum er still going strong. Saman við Otto Samuelsen er Sámal tann einasti av teimum, sum vóru við frá byrjan, ið framvegis er virkin í orkestrinum.
Ung leggjast afturat.
Ryggurin í hornorkestrinum er framvegis teir tilkomnu.
Men tá vit í vikuni løgdu leiðina inn á gólvið, meðan orkestrið vandi, høvdu fleiri av teimum tilkomnu á munni, at orkestrið í seinastuni hevur fingið nøkur ung uppí afturat, og tað fegnaðust teir um, samstundis sum teir vónaðu, at tey yngru halda á í orkestrinum.
Seinasta tilgongdin av ungdómi kemst eisini av nýggja orkesturleiðararnum, dananum Ulf Nordland, sum eisini undirvísir í Klaksvíkar Tónlistaskúla. Hann leggur stóran dent á at fáa fleiri ung áhugaði og virkin innan horntónleik.
Suð er nýtt kór við royndum røddum.
"Suð" er navnið á nýggjast kórinum her í býnum, sum Steinvør Fonn hevur tikið stig til.
Sum flestum kunnugt er Steinvør ein av dugnaligu tónleikarunum og sangarunum her í býnum.
Hetta nýggja kvinnukórið, sum hevur áleið eitt ár á baki, er í stóran mun mannað við royndum sangarum, og tey høvi, sum hava verið at hoyrt kórið, bera boð um sang á høgum støði.
Spennandi konsertin við nýggja kvinnukórinum og gamla hornorkestrinum verður í Ósáskúlanum tann 23. november; har orkestrið eisini – heldur sjáldsamt – fer at spæla undir hjá kórinum. Jú ein spennandi konsert í væntu.




