Seinastu tíðina hava tíðindi gingið um, at sildin, sum nótaskipini hava fingið í føroyskum sjógvi í seinastuni hevur verið sera stór.
Tosað hevur verið um sildir, ið vigaðu um 500 gram og í hesum sambandi hevur onkur reist spurningin um hvussu gomul sildin gerðst, tí roknað verður vanliga við, at pelagiskur fiskur livir styttri enn eitt nú botnfiskur.
Vit vendu okkum tí til Havstovuna, har vit fingu svar frá Eydnu í Homrum, ið er útbúgvin havbiologur.
Eydna í Homrum ger vart við, at hon hevur ikki kannað t.d. munir millum økir og hedur ikki millum heyst- og várgýtandi sild, men hetta sum hon sigur okkum niðanfyri skuldi givið eitt fyrsta yvirlit.
Um øll sild, sum Havstovan hevur fingið í prøvum frá skipum og bátum síðani 2008, so sæst at elsta sildin er 15 ára gomul – men minni enn 5% eru eldri enn 10 ár.
Fyri prøvarnar frá skipum í 2012, var 7 og 8 ára gomul sild best umboðað (40% í alt). Vit eru ikki liðug at uppgera tilfarið fyri 2013. Í 2008 var tað 5 og 6 ára gomul sild,sum var best umboðað (47%).
Hetta avspeglar, sigur Eydna í Homrum, havfrøðingur, at tilgongdin til sildastovnin hevur verið vánalig síðani 2004. Tískil fiska vit í dag nógv eldri sild, enn vit gjørdu fyri nøkrum árum síðani.
Av tí, at vit ikki eru liðug at arbeiða tilfarið frá 2013, so síggi eg heldur ongar prøvar, frá hesi seinastu tíðini, har tú nevnir at sildin er sera stór. Tú nevnir sild, sum vigar 450 gr. Til tað er at siga at vit hava onkrar einstakar prøvar, har miðalvektirnar hava verið oman fyri 500 gram, so hetta er tó ikki eindømi, sigur Eydna í Homrum, havfrøðingur av Havstovuni.




