Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elsti Klaksvíkingurin 102 ár í dag

John William Joensen

Jógvan hjá Berlinu er føddur í Klaksvík í 1907 og fór í skúla júst sum fyrri heimsbardagi byrjaði. Í morgun fyllur Jógvan 102 ár og er óivað elsti maður, sum er føddur og uppvaksin í Klaksvík.

– Eg sitið og hyggi oman á Kósina í morgun og hugaligt er at síggja at ljós er komið aftur á virkinum, sigur føðingardagsbarni, sum í góðveðrinum í morgun kann hjátíðarhalda sín 102 ára føðingardag.

Millum tað elsta sum Jógvan minnist er fyrsti skúladagurin fyri 95 áraum síðan. – tað regnaði sera illa – og tá tað lak illa í skúlanum vóru vit send heim aftur, greiður Jógvan frá.

– Skúlin var so vánaligur at tað bar ikki til at vera í skúla tá tað regnaði.

– Hetta var væl áðrenn happing varð uppfunnin. Lærarin var tiltikin fyri at vera speiskur, sigur Jógvan skemtandi.

– Ein dagin spurdi hann Meinhard á Hædd – um einki nýtt var at frætta úr Týsklandi? (Red: Hædda mennirnir vóru eyknevndir týskarar og tað var skúlastjórin sjálvur sum var upprunin)

– Men Meinhard var skjótur at svara; – Jú ein vetringur var dottin oman av Ennibergi!! (Red: Lærarin gekk undir eyknevninum vetringurin og hevði Enniberg til eftirnavn).

Nógv var gjørt burtur úr 100 ára degnum hjá Jógvani sum var í Skálanum.

Men í morgun verður dagurin hildin heima við hús. Tey sum hava hug at vitjað inn á gólvið fáa ein kaffimunn og ein kakubita, sigur Jógvan sum harmaðist at hann var vorðin næstan blindur.

– Tó so – eg síggi Jákup B liggur og landar í morgun – veist tú nakað um hvat teir munnu hava fingið?, spurdi føðingardagsbarnið.

Vit á Norðlýsinum ynskja Jógvani hjartaliga tillukku við 102 ára dagnum – og man føðingardagurin hjá Jógvani ikki hava okkurt við góðaveðrið at gerað?