14. juli fyllir mamma og omma okkara 75 ár.
Foreldur hennara vóru Símun Andreasen ”Símun hjá Hildu” og Sigrid ”Sigrid hjá Sámal Jákupi í Búðinum”.
Mamma misti tíðliga foreldur síni. Abbi doyði bert 52 ára gamalur. Mamma hevur mangan sagt frá, hvussu hart tað var. Henni fall í lut at hjálpa til í handlinum hjá abba, hann hevði nevniliga handil, matforrætning, sum man segði tá.
Omma okkara var fitt í hondunum, hon garvaði skinn og gjørdi pútur og skinn og annað mangt at selja í handlinum.
Ikki gingu meira enn 5 ár, so bleiv omma sjúk, og doyði av krabbameini, eins og abbi.
Mamma var bert 29 ára gomul tá hon gjørdist foreldraleys.
Mamma átti tá sjálv 4 børn, har bert tvey ár var ímillum okkum øll. Tað vil siga, at tá eg var 6 ára gomul, vóru vit fýra systkin, so sigast má, at hon hevði nógv at taka sær til.
Mamma er løtt av lindi, henni dámar best har tað er lætt og gott at vera. Henni hevur dámt væl at spælt sjónleik, henni dámar sera væl har tað er lív í. Ofta sigur hon, sig mær okkurt stuttligt, eg tími onki syrgiligt..
Mamma er fitt í hondunum og dugir væl at binda. Skal man onkra staðni, so er hon altíð klár at geva einar hosur ella skóleistar sum gávu. Hon er gávumild, sum fáur, hon dugir sera væl at gera mat, ja, sjálvt tá lítið er til, megnar hon at bera so í bandi, at nóg mikið er til øll. Ongin fer svangur út frá mammu og pápa.
Mamma hevur altíð verið aktiv í ítrótti. Henni dámdi væl at svimja, tað hevur hon eisini lagt niður í okkum.
Tá vit vóru 18, 16, 14 og 12 ár, fingu vit lítla beiggja, hann kom til verðina í 1979. Eg má viðganga at eg var kedd og flov av at mamma skuldi hava ”smá”, men tá hann so kom til verðina, var ongin so stoltur sum eg. Hann fekk alt frá okkum systkinunum.
Mamma og pápi eiga 8 fitt ommu og abbabørn, hvar tað elsta er 26 ár, og tað yngsta er 9 ár.
Mamma er sera góð við tey øll, hon spyr altíð hvar vit øll eru.
Hon er morgunfólk, eg veit, at vit ongantíð hava verið ov sein í skúla, tí vit altíð vóru uppi kl. 16 ella har á leið. Hon fylgir við hvar vit øll eru. At enda vil eg ynskja mammu/Ommu hjartaliga tillukku við 75 ára degnum, eina ljósa og bjarta framtíð til tín og pápa/abba.
Vit elska tykkum!
Kærar heilsanir
Vit systkinini, svigerbørn
og ommubørnini.




