Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elsubet fekk bræv um fløskupostin hjá sær úr Hustad í Noregi

Oliver Joensen

Hello! Hana Elsubet Jacobsen…

Eg eiti Suzanne og eg búgvi í Noregi.

Eg og vinkona mín Raisa royna at skriva eitt bræv til tín um ein fløskupost, sum pápi mín fann á strondini (62gr.57’55,34’’N og 7gr.04’rr,23’’E) umleið 1. Januar 2014.

Vit eru 12 ára gamlar og búgva í Hustad í økinum Møre- og Romsdal. Vit hava runnið á skoytum ídag 2. Februar. Nógv fólk vóru á skoytum og vit hava orduliga hugna okkum.

Liðnar at skoyta fóru vit at leita eftir skattum. Vit tóku onkrar og settu aftur til næsta sum kom á leiðina. Man kan instalera eina app nevnd geocatching,

Vit vóna at tú kanst skriva eitt bræv aftur til okkara, sigur Suzanne Alexandra Rosialda Male úr Hustad í Noregi í brævi sínum til Elsubet.