Hóskvøldið kl. 21:00 varð Elvis Presley Faroe Islands sett á stovn í Atlantis Klaksvík har 20 Elvis fjepparar høvdu sett hvør øðrum stevnu – og settu út í korti.
Hóskvøldið kl. 21:00 varð Elvis Presley Faroe Islands sett á stovn í Atlantis Klaksvík har 20 Elvis fjepparar høvdu sett hvør øðrum stevnu – og settu út í korti.
§ 2
Endamál felagsins er, at minnast ELVIS PRESLEY og tann týdning hann hevði og hevur fyri tað tónleikakollvelting sum var í 50-unum og 60-unum:
at skipa fyri regluligum films-, fyrilestraog/ellahugnakvøldum.
at arbeiða fyri at betra umstøðurna hjá ungum tónleika talentum, til minnis um uppruna Rock Kongsins, sum varð føddur og vaks upp undir trongum korum.
at skipað fyri ferðum til Graceland.
at skipað fyri einum stórum ELVIS tiltakið í minstalagið annaðhvørt ár.
Í fyrstu nevndina komu Karl Martin Samuelsen og Finn Anthoniussen og Sigurð Syderbø er tiltakslimur. Felagið hevur longu fingið nýggja Facebook síðu, sum eitur Elvis Presley Faroe Islands.
Elvisfjepparar hava longu gjørt vart við seg kring landið og umframt luttøku úr Havn á aðalfundinum vóru fleiri sum umvegis facebook hava kontakta felagið men sum ikki kundu verða til stovnandi aðalfundin.
Avgjørt var at skipað fyri næsta tiltakinum í Tórshavn – og meira verður at frætta seinri.
Nevndin




