Mentanarhúsið er karmur um eitt serstakliga gott Elvis tiltak komandi fríggjakvøld kl. 24.00, tí tá vitjar eitt danskt Elvis kopi band í Mentanarhúsinum, og sigast kann einans, at tað er so tætt upp á Elvis sum til ber í 2013.
Lagt er upp til eina super nátt í Mentanarhúsinum komandi fríggjanátt, tann 5. juli. Varmakeldustevnan er júst byrja hetta kvøldið, og tað verður byrja við einum ordans brakið! Talan er um eitt danskt Elvis kopi band, við navn Elvis On My Mind. Teir hava eitt kanón reportoire og spæla 3 x 45 minuttir um náttina, har byrja verður kl. 24.00 og teir gevast kl 03.45. Í steðgunum verður DJ á skránni.
Kostnaður fyri dansin er einans 150,- og atgongumerki kunnu einans keypast við dyrnar.
Les nærri á: www.elvisonmymind.dk
Sí annars alla Varmakelduskránna her: http://www.facebook.com/
Mentanarhúsið og Varmakeldunevndin




