Í dag ber alt til, verður mangan sagt og hóast tað er meira enn 30 ár síðan Elvis doyði so er hann aftur á top 10 listunum við einari nýggjari jólafløgu har hann syngur saman við m.a. Amy Grant, Leann Rimes Martina McBride og fleiri
Við nýggastu tøknini er alt gjørligt og umframt at Martina Mc Bride og Elvis Presley eru at síggja á videolagið, so eru allir sangirnir á fløguni spældir inn av nýggjum.
Tað er kenda amerikanska plátufelagið RCA sum stendur fyri hesi sera kreativu og spennandi útgávuni.
Við at boðsenda bestu kvinnuligu contry røddunum í USA til upptøkuhøli saman við ongum øðrum enn konginum sjálvum – Elvis Presley – hevur tað eydnast plátifelagnum at fáa eina nýggja spennandi og – eisini fyri tey sum ikki eru Elvis-freek – at fáa eina sera áhugaverda jólafløgu.
Songfuglarnir talan er um eru; Martina McBride, Carrie Underwood, Leann Rimes, Wynonna Judd, Amy Grant, Gretchen Wilson, Anne Murray og Olivia Newton-John.
Upptøkan
Upprunaligu upptøkurnar eru "remastered" og fleiri ljóðfør eru løgd afturat fyri at fáa eina annaleiðis og betri ljóðmynd. Eisini eru bakrøddir broyttar ella tiknar burtur.
Úrslitið er at nýggja jólafløgan er ikki bara ein áhugaverd upptøka menn ein framúr góð útgáva.
Martina McBride
yvirskuggar ikki Elvis á “Blue Christmas” sum hon annars er kend fyri tá hon syngur duett. Hon ger sær ómak at fella væl inn í upptøkuna og trummurnar samstundis eru tyknar meira fram – fáa vit eina útgávu sum hevur meira rytmu enn orginalupptøkan.
Carrie Underwood
er kanska heldur konservativ tá hon syngur klassikaran “I’ll Be Home For Christmas.” Í heila tikið hoyra vit ov líti til hana í hesum sanginum.
Leann Rimes
“Here Comes Santa Claus” smeltar Leann Rimes saman við Elvis og tað ryggar væl.
“Santa Claus Is Back In Town”
er uttan iva sterkasti sangurin á fløguni.
Hetta er ein blues útgáva sum passar sera væl til Wynonna Judd. Hon beinleiðis kappsyngur við Elvis og hon er ikki tann minnimenta. Hendan sangin kann ein lurta fleiri ferðir eftir.
“Silent Night”
verður framførdur sum vit kenna hann. Her syngur Sara Evans og hóast hon ger tað væl so átti hon kanska at bítt um við Carrie Underwood.
Amy Grant
og Elvis syngja “White Christmas.” Røddirnar eru framúrgóðar men tempoið er skjótari enn á orginalinum.
“Merry Christmas Baby” er næsta blues lagið og eisini eitt av bestu løgunum.
Piano og trummur merkja undirspælið saman við góðum harmonikuspælið.
Gretchen Wilson
syngur ikki beinleiðis saman við Elvis men leggur røddina til sum stuðul.
“O Little Town Of Bethlehem” er ikki ein duet men ein trio.
Karen Fairchild og Kimberly Schlapman leggja rødd til og harmoniirnar hjá teimum gerða hendan sangin framúr vakran.
Anne Murray
hevur ein lægri stemmu enn hini á fløguni – og tí er ljóði annaleiðis tá hon syngur saman við Elvis. “Sleigh Bells” verður sungin sum vanligt.
Jólasálmurin “O Come All Ye Faithful,” verður sungin av Olivia Newton-John og sjálvandi Elvis. Men rødd hennara er ikki á sama støði sum røddin hjá Elvis og tí heldur hon seg í bakgrundini.
Við á fløguni eru trý bonus løg har tú kanst syngja saman við Elvis.
“The First Noel,” "If I Get Home On Christmas Day," og “Winter Wonderland” eru allir kendir sangir og er eru teir endurspældir við fleiri ljóðførum. Ljóði á fløguni er so gott at tað stendur ikki aftanfyri aðrar útgávur – Fløgan er ein góð jólagáva fyri øll sum dáma tann rætta og einasta kongin.
Sí nýtt videolag við Elvis Presley – og tú kanst eisini sjálv/ur syngja saman við ELVIS




