Eftir ein ósigur í seinasta dystinum ímóti besta liðnum í kappingini, Luksemborg, duttu Føroyar niður á fjórða plássið, av tí at Skotland eitt sindur óvæntað vann 3-1 Liktinstein og sostatt gjørdist nr. 2 í kappingini og fór víðari til finalu-umfarið saman við Luksemborg, meðan Liktinstein situr eftir við Svartaperi.
Hóast Føroyar ikki megnaðu at spæla seg víðari í EM-kappingini, so var kappingin tó ein staðfesting av, at vit eiga eitt spennandi kvinnulandslið, sum hevur spælaratilfar, ið kann mennast frameftir.
Liðið tapti tveir teir seinastu dystirnar, men serliga í tí næstseinasta – ímóti Liktinstein – kundu føroysku kvinnurnar tað sama havt vunnið, so lítil var munurin í settunum. Hevði tað eydnast, so vóru Føroyar helst komnar víðari, men so skuldi ikki verða á hesum sinni.
Í síðsta dystinum møttu Føroyar Luksemborg, sum var besta liðið í kappingini, og tað fingu tær eisini at síggja í hesum dystinum, sum www.fbf.fo greiðir soleiðis frá:
Luksemborg – Føroyar 3-0 (25-19, 25-12, 25-21)
Tað var ikki av ongum at Luksemborg vann kappingina við fullum stigatali, tí Luksemborg var besta liðið í kappingini. Hetta máttu eisini føroysku kvinnurnar ásanna eftir dystin í dag.
Fyrsta sett
Eftir at liðini høvdu fylgst til 6-6, dróg Luksemborg frá og legði seg á odda 9-6 og 9-7, og vann eisini teir næstu 6 bóltarnar, so støðan gjørdist 15-7.
Longu her sá settið út til at vera avgjørt, men tað hevði føroyska liðið kortini ongar ætlanir um.
Spakuliga minkaðu Føroyar um munin, og við tveimum høggum frá Karini Mikkelsen komu Føroyar upp á 15-17, og næsta bóltin vunnu Føroyar eisini, so munurin minkaði niður í bara eitt stig, 17-16 til Luksemborg.
Men so setti Luksemborg aftur propp í og vann næstu 5 bóltarnar. Føroyar minkaðu aftur til 22-17 og síðani 22-18 við einum servuessi frá Ruth Tomassen, men munurin var ov stórur at inna aftur, og Luksemborg vann at enda 25-19.
Annað sett
Eftir at Føroyar høvdu minkað um munin til 3-5, vann Luksemborg teit næstu 9 bóltarnar og legði seg á odda 14-6.
Við støðuna 15-8 hevði Luksemborg enn eina seriu og fór uppá 20-8, árðenn tær vunnu settið 25-12!
Triðja sett
Í triðja setti vóru longu seriurnar aftur avgerandi. Eftir at Føroyar minkaðu um munin til 5-4 til Luksemborg, vann Luksemborg fyrst fýra, síðani tríggjar bóltar á rað og løgdu seg á odda 12-5.
Hesin munur var ov stórur at heinta aftur, og so við og við nærkaðist Luksemborg teimum 25 stigunum. Soleiðis gjørdust støðurnar 14-9, 17-12, og 20-13.
Føroyar royndu at gera ein seinasta vørr og minkaðu um munin til 20-16 og 22-19, men minni enn 3 stig gjørdist munurin tó aldrin, og at enda vann Lulsemborg settið 25-21 og dystin 3-0 og gjørdist samstundis nr. 1 í kappingini við fullum stigatali.
Úrslit og dystarskrá (støðan niðanfyri)
Fríggjadagur 16. mai 2008:
12,00 Skotland – Luksemborg 2-3
15,30 Írland – Liktinstein 0-3
18,15 Føroyar – Skotland 3-1
Leygardagur 17. mai 2008:
10,00 Írland – Føroyar 1-3
13,30 Liktinstein – Luksemborg 0-3
16,30 Skotland – Írland 3-1
19,30 Føroyar – Liktinsten 0-3
Sunnudagur 18. mai 2008:
13,30 Luksemborg – Írland 3-1
16,00 Liktinstein – Skotland 1-3
19,30 Luksemborg – Føroyar 3-0
Endaliga støðan:
1) Luksemborg 8 stig
2) Skotland 6 stig
3) Liktinstei n 6 stig
4) Føroyar 6 stig
5) Írland 4 stig




