Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Emerald á Havnina hósdagin

Jóhann Lützen

Hósdagin klokkan 16.00 kemur nýggi verksmiðjutrolarin hjá partafelagnum Havborg á Havnina. Hann leggur at á Eystarubryggju, har móttøka verður.

 

Onkrar talur verða hildnar, og verksmiðjutrolarin verður doyptur. Aftaná sjálvt hátíðarhaldið verður høvið at koma umborð at síggja nýggja trolaran.

Trolarin er smíðaður á Tersen skipasmiðjuni í Turkalandi. Hann er 87,5 metrar langur, 18 metrar breiður, og 11 metrar djúpur.

Motorurin er ein 7.320 KW Wartsila

Hendan fyrsta túrin fara teir í Barentshavið at fiska rækjur, og skipari verður annaðhvørt John Mikkjal Godtfred ella Jákup Joensen.

20 mans verða við fyrsta túrin.

Nýggi verksmiðjutrolarin tekur eini 900-1000 tons av rækjum.

Harleywoodpaint