Nú G! nærkast av álvara spyrja vit nøkur um eitt serligt upplivilsi á G! Í dag greiður Emil frá eini skálkagerð.
Nú G! nærkast av álvara spyrja vit nøkur um eitt serligt upplivilsi á G! Í dag greiður Emil frá eini skálkagerð.
Emil skrivar:
– Eg og ein kúllur av Viðareiði, sum til dagligt nevnist D, fóru eina ferð á G! á skutara (prutli), svarar Emil skrivliga.
Hann leggur afturat við einum glaðum brostekni, at:
– Vit høvdu skaffað okkum eina fløsku, og hon stóð so fitt ímillum okkum báðar, og áðrenn vit komu til Gøtu, steðgaðu vit fleiri ferð, at fáa okkum upp í nevið.
– Hvat hendi í Gøtu, minnist eg ikki nógv av, men eg minnist í hvussu er, vit høvdu tað mega “skeg”, og hittu nógv fólk har.
– Um eg ikki hevði sitið í koyristóli nú, so vildi eg gjarna gjørt tað umaftur, skrivar Emil at enda.




