Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Emil – eitt “tunnilsprojekt”??.

John William Joensen

Tað kann man kanska ikki beinleiðis siga, men at leikurin verður spældur í Mentunarhúsinum í Fuglafirði, er bert gjørligt, tí vit hava fingið Norðoyatunnilin.

Tað ber til at sleppa til og frá, tá ið man vil – og ikki bíðja eftir einari ferju.

Samtíðis hevur hettar gjørt tað, at leikarar úr øðrum plássum, enn Norðoyum, kunna verða við Klaksvíkar Sjónleikarfelagið.

Í hesum leikinum – Emil úr Lønneberg – eru leikarar úr Klaksvík og Kunoy, eisini leikarar úr Eysturoynni, nevnliga Gøtu, Fuglafirði og Oyndarfirði.

Hettar hevði ikki kunna lati seg gjørt – ella illa – uttan vit høvdu tunnilin.

Vónandi verður hettar byrjanin til eitt samarbeiði yvir um fjørðin – ið fer at standa við og vaksa.
Emil er nú komin inn “sluttfasuna”.

Tað allarseinasta skal fáast uppá pláss og fínpussast.
Tað verður spennandi at seta seg væl fyri í Mentunarhúsinum í Fuglafirði frá komandi hósdag og nakrar dagar fram, og síggja tað størstu avbjóðing, ið Klaksvíkar Sjónleikarfelag, nakran tíð hevur gjørt.

Vónandi taka fólk væl undir við hesum leikinum – ið má
sigast ikki at vera nøkur ódýr ætlan.