Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Emil er sera takksamur

Danial Viðoy

Emil hevur síðani næstsíðsta mánadag verið heima í Føroyum á vitjan. Hann hevur havt nakrar ótrúliga góðar dagar í heimbygdini Viðareiði. Tað eru hann og familjan sera takksom fyri.

Emil hevur síðani næstsíðsta mánadag verið heima í Føroyum á vitjan. Hann hevur havt nakrar ótrúliga góðar dagar í heimbygdini Viðareiði. Tað eru hann og familjan sera takksom fyri.

Emil og familjan ynskja at takka øllum fyri beinasemi hesar dagarnar. Eina hjartans tøkk vilja tey veita Jógvani Heinesen, sum hevur lánt teimum Hotel Norð.

– Hevði tað ikki verið fyri hotellið, hevði hendan ferðin neyvan latið seg gjørt, greiðir mamma Emil frá. Tað hevur riggað avbera væl á hotellinum, tí umstøðurnar eru so góðar har.

Á hotellinum hevur Emil hildið stóran og ikki minst góðan føðingardag, á hotellinum át familjan døgurða saman við Emil eftir at systursonur Emil hevði verið til dópin og eisini hevur Emil verið til eitt gott ungdómsmøti á hotellinum. Umframt alt hetta, hevur hann sovið á hotellinum og havt sína vanligu gongd har.

Emil og familja hansara eru sera fegin fyri alla ta vitjan, tey hava havt hesar dagarnar, fyri beinasemi og alla hjálp, sum er veitt teimum.

Í kvøld fer ein væl nøgdur Emil av landinum við Norrønu.

Harleyfacadeacryl