Í morgun byrjaði atgongumerkjasølan til EMIL – í Norðurlandahúsinum
Klaksvíkar Sjónleikarafelag gavst at spæla leikin Emil úr Lønnebergi, meðan leikurin enn gekk fyri fullum Mentannarhúsi í Fuglafirði, tí at húsini ikki vóru tøk longur.
Nú er tað eydnast felagnum at leiga seg inn í Norðurlandahúsið í Havn eitt vikuskifti í januar. Leikurin verður sýndur dagarnar 16.– 17. og 18. januar 2009. Fríggjadagin 16. januar kl. 19,30, leygardagin 17. kl. 16 og 19,30 og sunnudagin 18. kl. 16 og 19,30.
Atgongumerkjasølan byrjar mánadagin kl. 10 í kunningarstovunum í Havn, Runavík, Fuglafirði og Klaksvík. Harumfram kunnu atgongumerki bíleggjast á nlh.fo




