Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Emil nærkast

Oliver Joensen

Tá ið vit søgdu, at frumframførslan verður mikukvøldið 22. oktober, er tað ikki heilt rætt.

Tá verður generalprøvin, og 1. framførsla fyri almenninginum verður í Mentunarhúsinum í Fuglafirði hósdagin 23. oktober kl. 1930.
Atgongu merkjasølan er byrja og tey kunnu keypast á kunningastovunum í Tórshavn, Runavík, Fuglafirði og Klaksvík. Tey kosta kr. 125,oo stk.
Og longu nú – áðrenn byrja er at leika – vísir tað seg, at áhugin er stórur, tí tað er um at verða útselt longu til vikuskifti 26. og 27 oktober, tá ið tvær sýningar verða um dagin.
So tað ræður um longu nú, at ogna sær eitt atgongumerki.
Tað er pláss til 250 áskoðarar í Mentunarhúsinum.
Her síggja vit ein av leikarinum, Jógvan Jacobsen, ið fylti 70 ár fyri stuttum, royna tekst saman við teskarinum Óluvu Joensen.
Vit fáa fleiri myndir seinni í blaðið.
Fyribils er avgjørt at spæla soleiðis:
Hósdagin 23. oktober kl. 1930,
fríggjadagin 24. oktober kl. 1930,
leygardagin 25. oktober kl. 1600 – og 1930,
sunnudagin 26. oktober kl. 1600 og 1930, og
mánadagin 27. oktober kl. 1930.