Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Emmaus um páskirnar

Emmaus

Týsmorgun
Kl. 9.30:  Mennirnir hittast. Byrjað verður við andakt og sangi og vit hugna okkum við kaffi.

Mikukvøldið
Onki møti.

Skírishóskvøld
Kl 18.00:  Ein messiansk jødisk páskamáltíð, har vit bæði minnast tær jødisku páskirnar, har ísraelsfólk varð leitt út úr Egyptalandi, og eisini tær kristnu páskirnar, har Jesus hevur sett okkum í frælsi.
Vit lesa úr skriftini, syngja saman og fáa ymiskar smakkiroyndir samsvarandi jødiskum siði. Endað verður við døgurða. So vit uppliva eina páskamáltíð líknandi henni, Jesus helt við lærusveinum sínum. Tiltakið tekur uml. 2 tímar.

Langafríggjakvøld
Kl 18.00:  Møti v/Poul Jóhannes Joensen. Árni Petersen syngur.

1. Páskadag
Kl 18.00:  Møti v/Atla Rasmussen. Kvinnukórið syngur. Sunnudagsskúli undir møtinum.

2. Páskadag
Kl 18.00:  Møti, har tey ungu skipa fyri. Drekka verður aftaná. Barnaansing undir møtinum.

Emmauslegan verður 21.-23. apríl.

Harleyfacadeacryl