Cafe KÍ var fylt við vágbingum sum vanta at fáa FM heitið við heim eftir dystin móti Stjørnuni kl. 15 í dag.
Í dag verður punktum sett fyri eina drúgva hondbóltskapping, tá oddaliðini Stjørnan og VB bresta saman í KÍ-høllini. Undan dystinum liggur VB á odda við 39 stigum, meðan Stjørnan á øðrum plássi hevur 37 stig. Vinnur Stjørnan dystin, enda bæði liðini jøvn við 39 stigum, men málmunurin hjá VB er so mikið nógv betur enn tann hjá Stjørnuni, at tað skal eitt undur til, skal Stjørnan endurvinna meistaraheitið.
Men tað er onki at ivast í, at Stjørnukvinnurnar fara at gera tað, tær eru mentar fyri at vinna dystin, og so má man síggja hvussu langt tað røkkur. Hóast alt, so er lagt upp til ein spennandi dyst, og vónandi møta viðhaldsfólkini fólment fyri at stuðla heimaliðnum. Dysturin byrja kl. 15:00.




