Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endaði javnt í Leirvík

Jákup Ósá

KÍ trýsti Víking langt aftur nærum allan seinna hálvleik, men mál kom einki burturúr stóru yvirvágini.

Í fyrra hálvleiki var talan um rímiliga javnan dyst. Størsta møguleikan hevði Víkingur, men eftir innlegg úr vinstri fór skotið langt uppum. Í seinna hálvleiki setti KÍ seg tungt á dystin. Nærum alt spælið gekk fyri seg á Víkinga hálvuni. Men KÍ hevði sera trupult við at spæla seg til heilt stórar møguleikar. Sum oftast bleiv tað til langskot ella innlegg, har Víkingar fingu forðað fyri. Endin var, at einki mál kom og tað var eitt úrslit sum teir á heimaliðnum heilt greitt vóru betri nøgdir við. Tað var eisini skilligt, tí KÍ liðið var í royndum munandi betri mannað enn Víkinga liðið, har fáir leikarar høvdu nevniverdar royndir úr bestu deildini.

Vit kenna ikki úrslitini frá hinum dystunum í kvøld, sum byrjaðu seinni og vera lidnir í hesi løtu, men helst hevur KÍ mist í mun til hini toppliðini í deildini. Dagført: Tað sermerkta við hesum umfarinum var, at øll toppliðini mistu stig. AB spældi javnt móti B36, NSÍ spældi javnt móti Giza Hoyvík og B68 tapti móti HB.