Hóast vit fingu undirhald á Djúpumýru ídag, tá KÍ og EB/Streymur brustu saman í bestu mansdeildini, so var ongantíð ivi um hvønn veg dysurin fór. KÍ legði seg beinan vegin á odda og trýstið á EB/Streym bara vaks. Men hóast stórsigur, so endaði KÍ beint niðanfyri plássini, ið eru áhugaverd, nevniliga á 5. plássi. Hetta plássið gevur ikki atgongd út í heim. Til tað seinasta mundu áskoðararnir vóna at FC/Suðuroy fór at basa HB, soleiðis at KÍ kundi knógva fjórða plássinum, ið hevði givið 1,5 millión, men so var ikki.
Meira um dystin seinni, men her nakrar myndir:




