Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endaliga staðfest: Klaksvíkingur rør í ár!

Jákup Ósá

So er tað endaliga greitt, at Klaksvíkingur verður við í kappingini hjá 10 mannaførum í ár, men undir heldur øðrvísi fortreytum enn vanligt.

Sum fleiri hava víst á fyrr í vetur, so fór tað at blíva endaliga avgjørt 1.mai, um Klaksvíkingur fór at vera við í 10 mannaførunum í kappróðri í ár. Báturin var nærum mannaður í januar, men tá komið var út í mars sá svart út, men nú kann so staðfestast, at FM vinnararnir seinastu tvey árini vera við.

Broyttar fortreytir

Magnus Norðberg er ein av royndu monnunum, ið hevur róð við í øllum sigrunum hjá Klaksvíkingi í nýggjari tíð. Hann staðfestir, at báturin er mannaður, men at fortreytirnar eru øðrvísi enn áður.

Vit eru mannaðir og fara at royna at verda við á øllum stevnunum. Tó fer tað at verða nógv umskifting frá stevnu til stevnu. Til onkra stevnu kunnu vit standa og mangla heili tríggjar mans, tí arbeiðsplassið i Noreg kann ringja til eina og hvørja tíð og krevja teir avstað innan tríggjar dagar, sigur Magnus Norðberg við Norðlýsið.

Hann sigur víðari, at manningin kanska ikki er eins væl fyri sum onnur ár og at málsetningurin ikki beinleiðis er at vinna allar stevnurnar, men framvegis verður miðja eftir FM.

Vit hava verið úti 5 ferðir og nakað er eftir á mál enn. Málið er at klára at vinna 4 av 7 stevnum og harvið gerast FM vinnarar aftur. Men við tí stuttu fyrireikingar tíðini og stóru óvissunum, so er avbjóðingin stór og krevjandi. Tí verður sera spennandi, um vit klára tað við teimum fortreytunum, sigur Magnus Norðberg at enda við Norðlýsið. Hann sigur, at summir umborð á manningini í ár hava ongar royndir frá 10 mannaførum áður.


Niðanfyri kunnu allir sigrarnir hjá Klaksvíkingi í 2009, 2011 og 2012 síggjast.