Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endaliga úrslitið gjørdist 5-1 til Wroclaw ímóti KÍ-kvinnunum

Oliver Joensen

Ásannast má, at vit høvdu ongan møguleika at vinna handan dystin, sigur heimildarmaður okkara í Wroclaw, men polsku kvinnurnar fingu tvey bíliga mál upp undir endan.


Kl. 15.30
Úr Wroclaw frætta vit júst nú, at veðrið ikki er serliga gott í løtuni, bert hálvan tíma frammanundan at dysturin skal setast ígongd.
Tað regnar illa og hartil er torusláttur, so okkara fólk í Wroclaw ivaðist júst í løtuni, um dómararnir fóru at góðkenna at dysturin verður settur ígongd. Annars verður hildið, at um hann verður settur ígongd, so skuldi tað kanska verið ein fyrimunur hjá okkara kvinnum, tí nú er ikki so heitt, sum tað hevur verið hinar dagarnar.
Men vit frætta aftur úr Wroclaw um skamma stund.

Kl. 16.00
Hóast ivasamt varð, um dysturin í Wroclaw varð settur ígongd orsakað av veðri, so er nú greitt, at dysturin verður leiktur eftir ætlan.
Sagt verður eisini úr Póllandi, at sera gott fótbóltsveður er, tað er ikki ov heitt, og tí skuldu viðurskiftini verið tey bestu hjá okkara kvinnum.

Kl. 16.05
Byrjanin av 2. Europa Cup dystinum hjá KÍ kvinnunum hevur verið harðlig. Pólsku kvinnurnar eru kvikari og skjótari enn okkara og eftir bert 5. minuttum hevur polska liðið fingið fyrsta málið. Vit frætta at KÍ-kvinnurnar eru undir rættuligum og støðugum trysti.

Kl. 16.15.
Aftaná ógvusliga trýstið frá polsku kvinnunum í byrjanini av dystinum, eru KÍ-kvinnurnar nú komnar betur við í dystinum.
Okkara kvinnur tora nú betur at spæla fótbólt og hava bóltin meira enn í byrjanini, tá nærum bert var roynt at skjóta bóltin burtur.

Kl. 16.25
Hóast KÍ kvinnurnar ikki eru undir líka stórum trýsti sum í byrjanini av dystinum, so hevur spælið hjá okkum ikki gingið eftir vild.
Vit hava roynt at bygt nøkur álop upp, men tað hevur ikki eydnast at komið til málmøguleikar. Júst nú fingu polsku kvinnurnar eitt hornað, sum bleiv skotið inn fyri. Bólturin stakk út um 16 meturin, har polskur leikari við flottum langskoti setti bóltin í føroyska málið, uttan møguleika hjá Randi Wardum í málinum at gera nakað.

Kl. 16.40
Framvegis 2-0 til Wroclaw. Sagt verður at vit eru ikki undir sama trýsti, men tað gongur ov illa hjá okkum at bróta okkum ígjøgnum á miðjuni. Tó – KÍ-kvinnurnar hava havt eini tvey hornað nú í seinastuni. Annars hava vit bóltin nakað so leingið vit eru á egnari hálvu, men framdriftin er ov lítil í løtuni.

Kl. 16.45
Dómarin hevur júst bríkslað fyrra hálvleik millum KÍ kvinnurnar og kvinnurnar úr Wroclaw. Polska liðið er á odda við tveimum málum móti ongum.
Áhugavert verður at síggja hvussu leikur fer í seinna hálvleiki, tí tað tykist sum um KÍ-kvinnurnar eru komnar alt meira og meira við í dystin. Men higartil hevur verjan og miðverjan hjá polska liðinum staðið sera væl og hevur hetta gjørt, at okkara kvinnur hava havt sera trupult við at koma ígjøgnum til málmøguleikar. Tvey hornað hava tær tó havt, men higartil hevur tað so ikki givið nakað.

Seinni hálvleikur

Kl. 17.05.
Støðan er framvegis hin sama, 2-0 til Wroclaw og vit mugu ásanna, at polsku kvinnurnar eru sera væl fyri tekniskt og í skjótleika. Venjarin, Jón Harald Poulsen hevur ikki gjørt nakrar broytingar á liðnum, nú farið er undir seinna hálvleik, bæði Bára Skaale Klakstein og Rannvá Andreasen hava smásnuddir, sum hava darvað teimum eitt sindur, men tað sær út í løtuni sum um tað ikki er neyðugt at taka nakra teirra út.
Fyrstu minuttirnar í seinna hálvleiki hava KÍ-kvinnurnar verið væl inni í dystinum hóast alt.

Kl. 17.15
Seinni hálvleikur var ikki meira enn 12 minuttir gamal, tá Rannvá Andreasen við einum hørðum og vælplaseraðum skotið minkaði um málmunin til 2-1. Skotið hjá Rannvu var so mikið hart, at hóast málmaðurin fekk fingrarnar á bóltin, megnaði hann ikki at halda og bólturin sat í polsku meskunum.
Annars verður sagt, at spælið hjá okkara kvinnum gongu betur nú og vit koma til málmøguleikar.
Samstundis frætta vit, at Ukrainska liðið, sum KÍ tapti 2-1 ímóti, í hálvleikinum ídag ímóti Wales var á odda 5-1. KÍ kvinnurnar skulu leika ímóti Wales leygardagin.

Kl. 17.25.
Hóast KÍ kvinnurnar eru væl inni í dystinum, so eydnaðist tað Wroclaw at fáa eitt mál nú tá umleið 22 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, soleiðis at støðan gjørdist 3-1 til Polen.
Ein polskur leikari fekk fintað seg ígjøgnum verjuna hjá okkum og gjørdist púra einsamøll við Randi Wardum í klaksvíksmálinum og hon setti bóltin í málið uttan møguleika hjá Randi at bjarga.

Kl. 17.35.
Hóast okkara leikarar nú eru nógv meira við í dystinum, so eru tað póllendingar, sum fáa málini. Sigast skal tó einaferð enn, at polsku kvinnurnar eru sera væl fyri tekniskt og í skjótleika.
Okkara fólk í Wroclaw halda at brotssparkið var sera bíligt. Eitt sindur av hørðum spæli hevur verið seinastu løtuna. Malena Josephsen hevur fingið eitt gult kort, ímeðan Bára Skaale Klakstein fekk ein alboga frammaná. Hon varð tikin út eina løtu til viðgerðar og gav eina frágreiðing til UEFA umboðið. Hetta hevði eitt gult kort við sær til polskan leikara. Bára er inni aftur.

Kl. 17.45.
Dysturin lokin ímillum KÍ-kvinnurnar og Wroclaw og úrslitið gjørdist 5-1 til polsku kvinnurnar. Heimildarmaður okkara, Petur Simonsen sigur, at vit kunnu vera væl nøgd við avrikið hjá okkara kvinnum, tí polsku kvinnurnar vórðu so mikið væl fyri tekniskt og í skjótleika, at vit høvdu ongan møguleika at vinna handan dystin. Hinvegin kann sigast, at málmunurin gjørdist ov stórur eftir spælinum at døma. Eitt endaligt úrslit 3-1 ella har á leið hevði verið meira sambært spælinum.
Venjarin valdi at gera tvær útskiftingar ímóti endanum av dystinum. Fyrst fór Anne Lisa út og inn fyri hana kom Anna Joensen, løtu seinni tók venjarin Elsu Mariu út og Mariann kom inn fyri hana.
Seinast vit frættu frá hinum dystinum í kappingini, ímillum Ukraine og Wales var, at Ukraine var á odda 7-1, so sigast má, at lagt upp er til ein sera spennandi dyst leygardagin.