Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endaspurturin í venjingini hjá Rynkeby súkklarunum

Norðlýsið

Jan Gardar, ein av Rynkeby súkklarunum sigur, at 2. juli verður starturin av Rynkeby súkklingini til París, settur í gongd við “Rynkeby” í Klaksvík, ella við Sambýlið á Heygnum.

Teinurin vit skulu súkkla er um 1300 kilometrar og vit skulu vera framm í París 10. juli.

Dúgliga hevur verið vant í vetur, hóast veðrið hevur verið óvanliga vánaligt. Sjálvur má eg viðganga, at eg havi vant alt ov nógv inni orsakað av veðrinum. Eg sigið alt ov ofta, tí tað er munin hugaligari fyri likam og sál at súkkla úti í náttúruni, har tú hevur ótrúligu visuellu myndirnar fyri tær.

Fleiri av okkum, ið hava verið við fyrr, hava vant síðani september í fjør. Men tey nýggju, sum fingu súkklurnar um hálvan mars, hava helst vant upp í fimm ferðirnar um vikuna, tí treytin er, at tú skalt hava súkklað 2500 kilometrar áðrenn tú stillar upp til startin í Klaksvík.

Seinasta felagsvenjingin hjá okkum verður leygardagin.

Norðlýsið møtti súkklarunum á Skálafjørðinum sunnudagin. Teir súkklaðu tá í tveimum hópum og væl leið eftir hjá teimum, sjálvt um veðrið eisini hendan dagin var sera vánaligt, frískt kalt lot og regn. Vit byrjaðu í Skálabotni, súkklaðu til Elduvíkar og toftir og høvdu sett nøsina upp eftir 100 kilometrum. Ætlanin var eisini at fara til Selatræð, men orsakað av ólagaliga veðrinum var ikki fari tann vegin. Men tó, tá eg hevði súkkla til Klaksvíkar aftur hevði eg fingi 116 kilometrar á teljaran, so tað var bara fínt.

Umleið 43 súkklarar verða við á ferðini til París, harav einar 13-14 kvinnur. Umframt tað, verða 10 hjálparfólk í bilum við á ferðini.