Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endaspurturin um FM-heitið í 1. deild stendur fyri: Tað verður HB, B36 ella B68

(
John Færø)

Út frá støðuni á stigatalvuni, nú bert 2 umfør resta, er at heiðursmerkjabýtið er eitt mál millum HB, B36 og B68, meðan niðurflytingin er ein spurningur millum Skála, FSV og VB. Liðini harímillum, sum bara hava æruna eftir at spæla fyri, eru NSÍ, KÍ, EB/Streymur og GÍ.

 Stitatalvan í 1. deild sær í løtuni soleiðis út:
 
Nr. Lið      Dystir  V – J – T      +mál      -mál  munur     Stig
 1. HB            16   10 – 5 – 1        36        15    21       35
 2. B36           16   11 – 1 – 4        34        17    17       34
 3. B68           16    9 – 5 – 2        23        12    11       32
 4. NSÍ           16    8 – 4 – 4        29        16    13       28
 5. KÍ              16    7 – 2 – 7        25        25     0       23
 6. EB/Str.       16    5 – 6 – 5        29        33    -4       21
 7. GÍ              16    5 – 5 – 6        23        26    -3       20
 8. VB            16    3 – 4 – 9        15        28   -13       13
 9. FSV          16    3 – 2 -11        22        39   -17       11
10. Skála        16    2 – 0 -14         9        34   -25        6
 
 
Fremsti biðilin til føroyameistaraheitið tykist at vera HB, men bæði B36 og B68 kunnu taka gullið framman fyri nøsini á eldra høvuðsstaðarfelagnum HB, sum tangerar metið hjá KÍ í vunnum føroyameistaraheitum, um teir vinna FM í ár.
 
Í botninum tykist støðan hjá Skála heldur ómøgulig. Eftir at KÍ ikki megnaði at forða FSV í at vinna trý stig sunnudagin, má Skála – um teir skulu av aftasta plássi – vinna á FSV á útivølli og á EB/Streymi á heimavølli, samstundis sum FSV má tapa teirra seinasta dyst ímóti NSÍ í Runavík.
Um hetta hendir, fer Skála fram um FSV og upp á næst aftasta pláss, sum gevur teimum ein niðurflytingardyst ímóti næst ovasta liðnum í 2. deild.
 
Um FSV hinvegin vinnur á Skála nú sunnudagin, og VB tapir teirra útidyst ímóti EB/Streymi, so flytir Skála beinleiðis niður í 2. deild, og VB er tá í vanda fyri at skula spæla um niðurflyting, tí tá liggja teir næstniðast áðrenn seinasta umfar.

Harleyfacadeacryl