Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endiliga ein summardagur

Oliver Joensen

Várið hevur ikki verið so blítt við okkum norðoyingar. Til fleiri dagar eftir Norðoyastevnu høvdu vit nýggjan kava í fjøllunum nærum hvønn morgun, men nú bragdar.

Standmyndin av Kjølbro á stykkinum frammanfyri handlar hansara er sera snotulig og lítið er at ivast í, at norðoyingar og klaksvíkingar hava tikið minnið um hendan merkismann til sín.
Men mai mánaði var ikki várligur hjá honum har hann situr. Kavi í fjøllunum hvønn morgun umframt kaldu vindarnir, sum Bernhard Brim so beinrakin yrkti um í klaksvíkssanginum "Ímeðan norðættin strýkur um vøll".
Skal man búgva á hesum klettum, skal ein vera tolin – og tað eru vit, í hvussu so er tá ið um veðrið ræður, tí fáa vit nakrar dagar fram við góðveðri sum ídag, so er maimánaði skjótt gloymdur.
Hitin var ógvuliga lágur í mai og fyrstu dagarnar í juni, bert beint omanfyri 0 hitastig um kvøldarnar og eini 3 til 7 hitastig um dagin, men í dag var øðrvísi, tá hitamálarin eitt skiftið vísti 16 hitastig í skugganum og nú tað líður út á seinnapartin vísir hitamátarin 14 stig, so nú er lag á manni at fara útum at taka hond í eitthvørt.

Harleywoodpaint