Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endiliga fekk Tummas veg til húsini

Oliver Joensen

Ongin vegur hevur verið til húsini hjá Tummasi Lenvig úti í Grøv, men nú hava Klaksvíkar Kommuna og Landsverkfrøðingurin loyst spurningin í felag.

Sethúsini hjá Tummasi Lenvig úti í Grøv, munnu vera tey húsini í kommununi, ið hava havt eina longst frástøðu frá almennum vegi, men nú er tann spurningurin loystur.
Áðrenn landsverkfrøðingsstovnurin gjørdi Oyravegin í stand á sinni, var atkomiligt við bili niðan til húsini hjá Símun Petur Zachariasen, sála úti í Grøv, og tá Tummas bygdi skamt omanfyri, hevði hann hampuligar umstøður at koma til húsini. Men tá Oyravegurin bleiv gjørdur, var trappa stoypt í brekkuna niðan til Símun Peturi og síðani hevur Tummas havt ilt við at koma til almennan veg.
Nú hava so Klaksvíkar Kommuna og Landsverkfrøðingurin í felag gjørt ein vegastubba úr vegnum niðan til Vevskúlanum og yvir at húsunum hjá Tummasi, soleiðis at hann hevur lættari við at koma til hús síni.

Harleywoodpaint