Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endiliga summar í Føroyum

Hannefía Joensen

Norðlýsið var ein túr í býnum í morgun, og ikki kann sigast annað enn at summari er endiliga byrja í Føroyum.

Endiliga er summari í Føroyum byrja. Tað er summar og sól runt um alt Føroyar, og her í Klaksvík er tað um 15 hitastig.

Handlarnar selja búffar og pylsur í hópa tali. Fólk liggja í túninum og sólar sær og summi grilla.

Sera nógv fólk eru farin ein gongutúr, og tey sum eru orduliga røsk eru farin ein rennitúr.

Eisini er lív á kai økinum, men ganga sær helst ein túr oman, og fáa eitt hugnaligt prát um fisk og veður.

Húsvognar eru eisini at síggja í býnum, sum sigur okkum at nú eru turistarnar komnir.

Hesa vikuna hevur ein eisini sæð sera nógv fólk í fjøllinum kring um í Klaksvík, og sjálvandi eru tað tey sum ganga sær ein tú út í Grøv.

Veðurmaðurin sigur, at veðri helst fer at halda sær vikuna út, so kanska vit øll sleppa av við gráa vetrar húðalitin, og verða øll so brún.