Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn bíða vit eftir niðurstøðu Løgmans

John William Joensen

Fyri 13 døgum síðan fekk Føroya Løgmaður, Aksel V. Jóhannesen eina sera stutta frágreiðing (einans 7 síður) frá landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, í samband við at veiðuloyvi vóru ólógliga flutt frá línuskipi til uppisjóvarskip.

Fyri 13 døgum síðan fekk Føroya Løgmaður, Aksel V. Jóhannesen eina sera stutta frágreiðing (einans 7 síður) frá landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, í samband við at veiðuloyvi vóru ólógliga flutt frá línuskipi til uppisjóvarskip.

Føroya Løgmaður var annars skjótur úti og legði alla ábyrgd á VØRN í eini samrøðu við Sosialin, tá málið kom fram, men síðani hevur einki verið at hoyrt til Løgmann.

Eftir at ljós varð varpað á lógarbrotið í einum fyrispurningi í løgtinginum, er komið fram at landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, hevði givið boð um at hann skuldi kunnast áðrenn loyvi vóru útskrivað og at hann varð kunnaður av VØRN um flytingarnar. Harafturat vita vit at drúgv viðgerð hevur verið av umsóknunum í Fiskimálaráðnum áðrenn loyvini vóru útskrivað.

Harafturat avgjørdi landsstýrismaðurin at loyva reiðaríðinum at halda fram við fiskiskapinum eftir at Fiskimálaráðið hevði staðfest at veiðuloyvi vóru útskrivaði uttan heimild var í lógini um Vinnuligan Fiskiskap.

Hóast landstýrismaðurin í løgtinginum einans segði seg hava hoyrt um máli, er greitt at landstýrismaðurin var kunnaður í samband við sjálva málsviðgerðina. Hóast Vørn formelt umsitur flytingar av veiðuloyvum, kunnu vit staðfesta at fiskimálaráðið var partur av málsviðgerini og at landsstýrismaðurin hevði ein sera aktivan leiklut. Tað var Høgni Hoydal sjálvur, sum gav boð um at verða kunnaður í samband við málsviðgerðir av veiðuloyvum fyri at tryggja sær, at alt fór rætt fram.

Landsstýrismaðurin hevur vart seg við, at hann ikki sá ella fataði boðini frá Vørn.