Fyrr í vetur vórðu húsini hjá Mallu og Hans í Miðvági, á Ziskatrøð, tikið niður, og í hesum døgum fara grannahúsini hjá Skós eisini í søguna. Norðoya Sparikassi hevur ognað sær tey fyri at fáa betri pláss uttan um høvuðsdeildina, m.a. til parkering men eisini við útbyggingum fyri eyga.
Alt hevur tíð sína, og hvør fyritøka undir himli hevur stund sína. Mangar barnaríkar familjur hava búleikast í býlinginum á Ziskatrøð, sum er ein av teimum gomlu í Klaksvík.
– – –
Ziskatrøð er framvegis eisini eitt sethúsaøkið, men líkt er nú til, at bæði Norðoya Sparikassi og kommunan hava ætlanir, sum fara at skerja talið av sethúsum har í økinum.
Sum skilst hevur sparikassin tørv á størri øki, sum bæði ætlast brúkt til parkeringspláss hjá starvsfólki og kundum. Seinnu tíðina hevur atkoman til sparikassan verið eitt sindur skerd av, bæði tí parkeringsplássið er heldur lítið, og eisini tí bara ein inn- og útkoyring er til hetta plássið, sum til tíðir ber rættiliga nógva ferðslu.
Longur suðuri hevur kommunan fyri nøkrum árum síðan ognað sær grundstykkið og húsini, har Advokatfelagið einaferð hevði skrivstovu.
Ætlanin er at víðka Ósáskúlan við at byggja norður úr verandi bygningi og inn á hetta grundstykkið. Sum skilst sleppa advokatfelagshúsini í fyrsta umfari at standa, men í einum seinni byggistigi verða eisini tey tikin niður.
– – –
Jú, alt hevur tíð sína. Soleiðis eru treytirnar nú einaferð. Tað, sum einaferð var í hæddini, liggur nú kvirt og oyði og verður at enda beint burtur, so pláss kann verða fyri nýggjum virksemið, ið næstu ættarliðini skipa fyri.




