Eftir ein vetur, har Kl. Talvfelag vann allar deildir, har tað luttók, vann felagið leygardagin enn ein FM-sigur, nevniliga steypakappingina 2007.
Talvsamband Føroya skipaði – á fyrsta sinni – fyri steypakapping fyri lið, sum leygardagin varð hildin í Gjáargarði við Gjógv.
Kappingin varð skipað soleiðis, at 6 telvarar vóru á hvørjum liði og umhugsunartíðin var 15 minuttir í part til hvørt talvið.
Talvfeløgini meldaðu 9 lið til kappingina. Telvað vórðu 8 umfør, soleiðis at øll liðini telvdu ímóti hvørjum øðrum. Tryggingarfelagið Føroyar stuðlaði tiltakinum.
Tær sterkastu
manningarnar
Feløgini høvdu miðað eftir, at møta við sterkastu manning og kappingin gjørdist – sum ivaleyst væntað varð frammanundan – sera hørð í oddinum ímillum Klaksvík, Vestmanna og Havnina.
IM Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen umboðaðu fremstu borðini hjá Havnini, og IM John Rødgaard og Carl Eli Nolsøe Samuelsen fremstu borðini hjá Vestmanna.
Klaksvíkingar vóru umboðaðir av Finnbjørn Vang og Ólavi Simonsen á 1. og 2. borði.
Men eins og í FM-liðkappingini 2006/2007, varð tað Klaksvíkar Talvfelag sum dróg longsta stráðið tá avtornaði.
Endastøðan gjørdist júst hin sama sum í liðkappingini: Klaksvík nr. 1, Vestmanna nr. 2 og Havnin nr. 3.
Sera stórur
spenningur
Spenningurin var sera stórur, tí í veruleikanum er ilt at hugsa sær javnari endastøðu, har bert 2 stig skilur 1. og 3. pláss, serliga tá hugsað verður um, at telvaði verða 8 umfør við 6 telvarum á hvørjum liði. Eitt einstakt tap á leiðini, kann vera fatalt tá av tornar.
Lutakastið vildi tað soleiðis, at Klaksvík og Vestmanna brustu saman longu í 1. umfarinum og sigraðu Klaksvíkingar dystin 4-2.
Í fjórða umfari vann Havnin 3,5-2,5 á Vestmanna. Havnin lá sera væl fyri ímóti kappingarenda, men snávaðu við 2-4 tapi ímóti Klaksvíkingum í 7. umfari og Vestmanna yvirhálaði enntá Havnina á málstrikuni við ½ stigi, við tveimum 6-0 sigrum í endaspurtinum, á ávikavíst Havnini 2 og Vestmanna 2.
Endaliga støðan í
steypakappingini:
1) Klaksvík 37,5 stig
2) Vestmanna 36,0 stig
3) Havnin 35,5 stig
4) Klaksvík 2 24,5 stig
5) Sandavágur 22,0 stig
6) Rókur 16,5 stig
6) Toftir 16,5 stig
8) Vestmanna 2 15,5 stig
9) Havnin 2 12,0 stig
Prógv um góða
breidd hjá KTF
Enn eitt sera gott úrslit hjá Klaksvíkar Talvfelag, sum neyvan í søgu felagsins, hevur vunnið eins nógv sum í kappingarárinum 2006/2007. Eitt satt 40-ára jubileumsár, síðani endurstovnanina!
Og úrslitið leygardagin kom til høldar, uttan sterkasta trumfin, Heina Olsen. Breiddin er somuleiðis góð hjá felagnum, tí Klaksvík 2 megnaði eitt heiðurligt 4. pláss.
Vinnandi liðið hjá Klaksvíkar Talvfelag var mannað av: Finnbjørn Vang, Ólavi Simonsen, Rana Nolsøe, Terja Petersen, Rana Baldursson og Tummas Martin Sólsker.
Karmarnir um kappingina vóru heilt einastandandi góðir í Gjáargarði. Hugnaliga umhvørvið setti ein heilt serligan dám á kappingina.
Kappingin byrjaði um 11-tíðina og eftir ein steðg um 2 tíðina, har ábit var á skránni, varð aftur lagt til brots, og kappingin endaði uml. kl. 18.00.
Hereftir varð talv-galla-døgverði á skránni har uml. 70 fólk – telvarar, makar og onnur – luttóku. Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot og vakrasta talv frá FM 2007 skuldu kjósast.
IM Helgi Dam Ziska
Ársins Telvari 2006
Í sambandi við steypakappingina atkvøddu 6 umboð úr hvørjum talvfelag um Ársins
Telvara 2006.
Innstillaðir vóru 5 telvarar og atkvøðuúrslitið gjørdist sera greitt:
IM Helgi Dam Ziska varð kosin Ársins Telvari 2006. 16 ára gamli unglingin úr Havnini tók øll á bóli í 2006, tá hann, hóast sera ungan aldur, megnaði at gerast Altjóða Meistari í Talvi.
Minniligu avrikini í Reykjavík Open, EM-luttøka, NM gull fyri ung í Finlandi, eru bert nøkur avrik, sum eisini vóru viðvirkandi til, at Helgi varð kosin Ársins Ítróttarnavn í Føroyum um árskiftið. Andrias Ziska móttók, vegna sonin, heiðurin.
Umframt snotuliga minnisplátu, stuðlar Talvsamband Føroya Ársins Telvara, við Kr 3.000 til framhaldandi menning innan telvingina.
Teir innstillaðu vóru (í bókstavarøð): FM Heini Olsen, IM Helgi Dam Ziska, IM John
Arni Nilssen, IM John Rødgaard og Martin Poulsen.
Høgni Egilstoft Nielsen
Ársins Stjørnuskot 2006
Atkvøtt varð somuleiðis um heiðurin Ársins Stjørnuskot 2006. Innstillaðir vóru 6 unglingar, sum hvør í sínum lagi hava staðið seg væl í farna kappingarárinum.
Atkvøðuúrslitið var sera javnt ímillum serliga brøðurnar úr Sandavági: Høgna og Rógva Egilstoft Nielsen. Báðir hava teir megnað ratingframgongd uppá sløk 400 ratingstig farna kappingarár. Men hinir kandidatarnir lógu somuleiðis framvið og ber hetta boð um hugalig talentir sum mynda ungdómstelvingina.
9 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen varð kosin Ársins Stjørnuskot 2006.
Unglingin úr Sandavági hevur nærum verið einaráðandi hesi seinnu árini ímillum yngru telvararnar.
U10 FM vinnari og NM luttøka seinastu 3 árini. Ratingframgongd uppá 368 stig og sera
góð FM kapping fyri einstaklingar vigaði ivaleyst tungt tá atkvøtt varð.
Umframt snotuliga minnisplátu stuðlar Talvsamband Føroya Ársins Stjørnuskoti, við Kr 3.000 til framhaldandi menning innan telvingina.
Tey innstillaðu vóru (í bókstavarøð): DM Herborg Hansen (16 ár), Hjalti Toftum Jógvansson (14 ár), Høgni Egilstoft Nielsen (9 ár), U-FM Margar Berg (15 ár), Rógvi Egilstoft Nielsen (14 ár) og DM Sára Traber Olsen (11 ár).
Torkil Nielsen
vakrasta talvið
Sum vanligt er eftir lokna FM kapping fyri einstaklingar, verður mett um vakrasta talv í kappingini.
Vakurleikasteypið frá FM kappingini í Klaksvík um Páskirnar vann Torkil Nielsen úr Sandavágs Talvfelag. Eftirmetingarnevndin var ivaleys í avgerðini.
Talvið var ímillum Torkil Nielsen og Ólavur Simonsen, sum báðir – ofta – leggja doyin á álopstelvingina. Og talan gjørdist um fyrsta vakurleikasteypið hjá Torkili yvirhøvur, hóast mangir kandidatar munnu vera í longu talvkarrieruni.




