Flogbóltur í Keypmannahavn: Amager Volley Klub vann aftur í dag ein 3-0 sigur. Hesaferð gekk tað út yvir Brøndby. Og aftur hesaferð var tað ein føroyingur, ið gjørdist dagsins leikari. Í dag gjørdi Eina Kalsø bart.

Tær siga annars í dag, at tær ikki eru heilt nøgdar við dystin. Tí hann bleiv ikki so sannførandi sum ætlað. Settúrslitini vóru 25-18, 25-20, 25-18.
Brøndby kempaði væl og voldi tí annars sterka liðnum mótstøðu.
Eina Kalsø gjørdist dagsins leikari orsakað av nógvari orku, góðum hevingum og blokadum.
Næsti dystur í røðini hjá Amager Volley Klub er leygardagin 21. mars ímóti Århus. Vinna tær úr AVK tanna dystin, hava tær longu tryggjað sær uppflyting í bestu donsku deildina.
LES EISINI:
– SOFÍA GJØRDIST DAGSINS LEIKARI