Kvinnuliðið hjá VÍF í bestu hondbóltsdeildini, var fyri knúsandi ósigri, tá Stjørnan vitjaði í Vestmanna sunnudagin.
Sunnudagin leiktu kvinnuranr hjá Stjørnuni á útivølli
móti uppflytarunum í Vestmanna, og var tað ongantíð
nakar ivi um, hvat betra liðið var. Hóast VÍF kvinnurnar
stríddust væl, so vær lítið at gera móti einum vælleikandi
Stjørnuliðið. Hálvleiksstøðan var 16-5 til Stjørnuna. Í seinna
fingu yngru leikarnir hjá Stjørnun nógva spælitíð, og tað
hevði við sær, at seinni hálvleikur gjørdist javnari. Endaliga
úrsltið gjørdis 28-19 til Stjørnuna. Stjørnan liggur nú einsmøll á
odda við 8 stigum fyri 5 dystir.




