Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn ein landsliðsleikari til EB/Streym

Jákup Ósá

EB/Streymur hevur í kvøld gjørt sáttmála við enn ein landsliðsleikara.

EB/Streymur hevur í kvøld gjørt sáttmála við enn ein landsliðsleikara. Fyri tíð síðani gjørdi felagið sáttmála við Pól Jóhannus Justinussen.


Heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar soleiðis í kvøld, har myndin eisini er tikin: 

Vit í EB/Streymi kunnu í kvøld fegnast um at hava gjørt eina 2 ára avtalu við landsliðsleikaran Jónas ºór Næs.

Jónas ºór kemur úr Vali í Íslandi, og í Føroyum hevur hann spælt við AB, NSÍ og B36. Harumframt hevur hann umboðað BK Frem, Køge BK og Fremad Amager í Danmark.

Jónas ºór hevur eisini spælt nógvar landsdystir fyri Føroyar, bæði við U17, U19, U21 og ikki minst A-landsliðnum.

Sambært Faroesoccer.com hevur Jònas Tþór spælt 12 landsdystir við U17, 6 við U19, 7 við U21 og 36 við A-landsliðnum.