Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn ein leikari kemur heim at hjálpa: Ovi Nysted fer nú aftur at leika við KÍ

Norðlýsið ÍTROTTUR

KÍ-heimasíðan skrivar, at Ovi Nysted og KÍ mikudagin skrivaðu undir avtalu, sum hevur við sær, at Ovi nú flytur aftur til Klaksvíkar at spæla fótbólt.

Tað hevur ligið í kortunum í eina tíð nú, at stóri og sterki klaksvíkingurin var á veg heimaftur til KÍ at leika, og hetta hevur hann eisini sjálvur boðað frá áður, o nú er tað veruleiki.

27 ára gamli Ovi Nysted hevur seinasta árið spælt fyri oddaliðið B36, og í fjør spældi hann eitt skifti fyri LÍF.

KÌ-heimasíðan boðar frá, at nú hava KÍ og Ovi skrivað undir eina avtalu, sum er galdandi fram til endan av kappingini 2008.

Sum vera man kemur tað sera væl við hjá tí heldur kroysta og eisini rættiliga unga KÍ-liðnum at fáa ein so royndan og dugnalikan mann aftur á liðið.

Ovi kann leika á fleiri plássum, men óivað verður hann at antin í miðverjuni saman við Jan Andreasen ella Kaj Ennigarð, soleiðis at antin Jan ella Kaj sleppa longur fram á vøllin at spæla.
Hin møguleikin er kanska, at vit til tíðir fara at síggja hann í álopinum, har hann undir øllum umstøðum er ein styrkur fyri Kí í sambandi við hornaspørk og fríspørk.

Vit ynskja Ova hjartaliga væl afturkomnum!

KOYR Á KÍ !!!