Dystarfrásøgn: Sum vanligt tók KÍ ikki av, tá enn ein møguleiki fyri at taka 4. plássið kom.
Sum vanligt tók KÍ ikki av, tá enn ein møguleiki fyri at taka 4. plássið kom.
KÍ er ongantíð enn sloppið uppí topp 4 í ár burtursæð frá teimum allar fyrstu umførunum. Ikki tí, tað hevur verið nær við fleiri ferðir, men hvørja ferð tað nærkast til 2 stig, so vinnur KÍ ikki nakran dyst. Móti AB seinasta umfar kom ein møguleiki at koma framum HB, men KÍ tók ikki av og í dag kom enn ein møguleiki, og KÍ tók heldur ikki av. Tað burdi annars verið ein góður møguleiki at vunnið trý stig, tí ÍF var skert til dystin. Í málinum stóð ungi og óroyndi Tóri Traðará og úti á vøllinum var álopsprofilurin Adeshina Lawal ikki við, meðan Bartal Eliasen og Ari Ó. Ellingsgaard sótu á bonkinum. Alt lyklaleikarar hjá ÍF á hvør sín hátt. Hjá KÍ vóru nýggir bakkar, har Henry Heinesen og Ísak Simonsen loystu Sørmund Kalsø og Mayowa Alli av, sum ikki vóru tøkir. Á KÍ miðvøllinum byrjaði Sani Tahir fyri fyrstu ferð inni og sigast skal beinanvegin, at hann var eitt av fáu ljóspunktunum á dagsins KÍ liði.
Í fyrra hálvleiki gekk javnt á í Fuglafirði. Spælið hekk illa saman hjá báðum liðunum og tað sá kanska út, sum bæði liðini høvdu lisið hvønn annan av. KÍ fekk tó leiðsluna, tá ÍF verjan skallaði innlegg út frá til Atla Danielsen, sum skoraði trygt uppá fyrsta veruliga møguleikan í dystinum. Hálvleiksstøðan var 1-0 til KÍ, har tað mangan bara manglaði tað seinasta til at blíva heilt stórir mál møguleikar hjá báðum liðum.
KÍ fekk møguleikarnar
Í seinna hálvleiki javnaði ÍF longu í 52. minutti, tá Andy Olsen sendi gott innlegg til Clayton Soares, sum var sera eyðsýndur fyrsta tíman, og hann skallaði bóltin trygt í málið. Eftir hetta kom veruligt lív í dystin og bæði liðini løgdu nógv fyri í royndunum at fáa leiðsluna. KÍ fekk sum fráleið yvirvág, men ÍF var sera vandamikið í snarálopunum. Stórir møguleikar komu eisini móti endanum, tá nýggi ÍF málverjin Tóri Traðará, sum KÍ ongantíð megnaði at veruliga testa fyrstu 70 minuttirnar, tí royndirnar altíð fóru uttanfyri málstengurnar, enduliga slapp at royna seg, og hann kom væl frá tí, hóast yvirleggjarin hjálpti einaferð, meðan einaferð bleiv bjargað á strikuni. Dánjal á Lakjuni fekk størsta ÍF møguleikan, men Meinhardt Joensen kom væl út og bjargaði. Í seinastu løtu fekk Jákup B. Andreasen ein góðan møguleika, men heldur ikki ta ferðina fekk KÍ, sum trýsti nógv seinastu minuttirnar, mál.
Sum heild var talan um ein javnan dyst, har 1 stig í part neyvan var heilt av leið sæð yvir allar minuttirnar, hóast KÍ kanska samanlagt átti munin í møguleikum. KÍ álopsspælið hekk ov illa saman stóran part av dystinum, har Kenan Hajdarevic sum fremsti maður ikki hevði ein av sínum bestu døgum. Tað bleiv munandi meira vandamikið, tá KÍ móti endanum sendi Jákup B. Andreasen á vøllin og samstundis koyrdi Hjalgrím Elttør longur fram. Tá kundi ein eisini freistast at spurt, hví ein frískur Heðin á Lakjuni ikki eisini slapp at avloysa Ísak Simonsen á vinstra bakki, tá Ísak sjáldan hevði eydnuna við sær í álopsspælinum. Tað kundi kanska lagt enn meira trýst á frameftir vøllinum.
Megna ikki at revsa vánaligu gongdina hjá HB
KÍ liggur sostatt framvegis á 5. plássi og tykist higartil í ár ikki at hava tað, sum skal til fyri at koma í topp 4. HB hevur bara vunnið ein dyst í seinnu hálvu og hevur bara fingið 7 stig í seinastu 8 dystunum, og tí hevur KÍ havt allar møguleikar til at komið framum. Nú er møguleikin kanska farin, tí skráin fyri restina av kappingarárinum talar nógv meira fyri HB. HB skal spæla móti teimum báðum aftastu liðunum á heimavølli, meðan útidysturin er móti Víkingi, sum tykist hava mist luftina. Meðan KÍ komandi tveir dystirnar skal møta nummar 1 og 2 áðrenn aftasta liðið vitjar í Klaksvík. Og tá kappingin er av, so verða tað dystir sum hesin í dag, sum KÍ fer at hyggja eftir sum spiltir møguleikar at fáa neyðugu stigini fyri at røkka út í Europa, um altso HB nú fer av stað við 4. plássinum, sum tað er stór favorittur at fáa nú.




