Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn ein nullloysn hjá KÍ

Jákup Ósá

Triðja dystin á rað spældi KÍ málleysan javnleik.

Talan var um dyst, sum var nakað ávirkaður av vindi. KÍ hevði undanvind í fyrra hálvleiki, men hevði trupult við at skapa møguleikar. KÍ byrjaði í vanligu 4-4-2 leiksipanini, men broytti leikskipan til at spæla við trimum í verjuni um miðjan fyrra hálvleik. Størsta møguleikan fekk Semir Hadzibulic, men TB/FC Suðuroy/Royn málverjin Marius Berntzen bjargaði út til hornaspark. Suðuroyingar høvdu ein góðan møguleika, tá bólturin fór beint viðsíðuna av í nøkrum sum líktist eini blanding av innleggi og skoti á mál. 0-0 var hálvleiksstøðan, og tað var í tráð við leikgongdina, tí tað vóru nærum ikki málmøguleikar í fyrra hálvleiki.

Bæði liðini fingu stórar møguleikar

Í seinna hálvleiki hendi meir, tí har komu stórir møguleikar til bæði liðini. TB/FC Suðuroy/Royn legði høgt trýst í undanvindinum, tá KÍ hevði bóltin. KÍ liðið kom tó sum oftast væl burturúr støðunum. Størsta møguleikan fekk TB/FC Suðuroy/Royn, tá Búi Egilsson fekk brotsspark eftir, at hann var feldur av Meinhardt Joensen. Men Salmundur Bech skeyt brotssparkið uppum. KÍ fekk nakrar stórar møguleikar í seinna hálvleiki. Teir størstu fingu Albert Adu og Jóannes Bjartalíð, sum báðir áttu at havt skorað uppá hesar møguleikarnar. 0-0 bleiv endaliga úrslitið, og tað var ikki heilt av leið ímun til dystargongdina. TB/FC Suðuroy/Royn hevði størsta møguleikan við brotssparki, meðan KÍ hevði fleiri stórar møguleikar enn heimaliðið. Hjá báðum liðunum stóðu teir verjukendu leikararnir sterkast í myndini, meðan skapandi leikararnir høvdu tað trupult.

KÍ tryggjað sær Europa League luttøku

HB tapti sín dyst í dag, og tað merkir, at KÍ hevur tryggjað sær Europa League luttøku til næsta ár. Hinvegin er FM møguleikin nú bara møguligur í ástøðinum, tí Víkingur er 6 stig frammanfyri umframt eina betri málúrtøku. Fyri triðju ferð á rað spældi KÍ ein 0-0 javnleik, og tað bendur á trupulleikar í álopspartinum, meðan verjuparturin er góður. KÍ liggur á 3. plássi og møtir B36, sum liggur á 2. plássi, komandi dyst.