Útselt hevur verið til baði sýningar og eykasýningar hjá Jákup Veyhe og nú er so aftur møguleikið at keypa bilettir til eyka-eyka sýning í Løkshøll – og atgongumerkini eru at fáa á Statoilstøðini í Klaksvík og Runavík
Í tíðindaskrivinum frá fólkakæra skemtaranum – Jákup Veyhe – stendur soleiðis:
Skipanin, ið selur atgongumerkini til showið hjá Jákup Veyhe “Meðan vit liggja við Kaj”, hevur svikið í morgun og tísskil verða atgongumerki til sýningina hjá Jákup Veyhe “Meðan vit liggja við Kaj” í Løkshøll sunnukvøldið klokkan 19.30 seld í Statoil í Klaksvík og í Statoil í Runavík.
Norðurlandahúsið, ið umsitir skipanina í Føroyum, sigur at trupulleikin liggur í Danmark og at tað hevur okkurt við ta automatisku gjaldsskipanina at gera. Her fáa tey einki gjørt uttan at bíða.
Klaksvíksjingurin Rudolf Joensen, ið hevur leikstjórnað Jákupi, letur væl at undirtøkuni. “Tað er kortini strævið at tað so ofta eru praktiskir trupulleikar við atgongumerkjasølu, men lukkutíð fáa vit nú selt atgongumerkini í Statoil í Klaksvík og Runavík.”
Útselt er til sýningina í kvøld. Atgongumerkini, sum verða sett til sølu, eru til sunnukvøldið klokkan 19.30 í Løkshøll.
Atgongumerkjasølan byrjar klokkan 18 í dag.
——
Undirhald á altjóða støði
Gjárakvøldið var undirritaði til tvey-manns-framførsluna við Jákup Veyhe og tað var av sonnum ein stór uppliving – nú veturin er farin at gerða vart við seg.
Vit flentu í kík alla framførsluna………….
Takk fyri eitt sera gott kvøld.
John William Joensen




