Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn einaferð raka sparingar okkara eldru- Hamragarður aftur fyri sparingum

starvsfólk á Hamragarði

Í fjør raktu sparingar meint á eldraøkinum. Og nú er aftur vandi á ferð !

Í fjør raktu sparingar meint á eldraøkinum. Og nú er aftur vandi á ferð !

Á Hamragarði skulu nú aftur fremjast sparingar. Frammanundan er røktin longu skorðin inn á bein, so vit starvsfólk eru stúrin um hvørjar umstøður, vit hava at bjoða okkara eldru borgarum.

Í verandi løtu er reingerðingin minimal, ein náttarvakt er spard burtur, og allir ítrivstímar eru spardir heilt vekk. Nú eru boð komin um at spara 60 tímar afturat um vikuna fyri at spara 700.000 Kr. Í hesum sambandi hava vit fingið at vita, at einasta loysn er at steingja køkin í vikuskiftunum. Matur til vikuskiftini skal sostatt vera klárur tíðliga fríggjadag, og hitast upp til leygardag og sunnudag.

Fylgjur av hesum verða, at starvsfólk missa tímar, og skulu niður í tíð. Røktarstarvsfólk fáa fleiri uppgávur, og skulu nú eisini taka sær av matgerð um vikuskiftini. Sostatt verður minni tíð til tey gomlu. Vit síggja fyri okkum, at hetta merkir, at fólk koma at liggja longri í songini hvørt vikuskifti. Móti bæði okkara og húsfólksins vilja, vera tað fólk, sum koma at liggja í songini og eta døgurða, tá ið vit ikki ímynda okkum, at vit á nakran hátt megna at fáa øll upp áðrenn.

Frá Almannaráðsins síðu hava landsstýrisfólk varpað út boðskapin um Eden. Eden hugsjónin skuldi vera innførd á øll røktarheim í landinum, fyri miðvíst at arbeiða við trivna og lívsgóðsku fyri tey gomlu, og menning og fakligheit fyri starvsfólkið. Tá ið Hamragarður lat upp, var tað við Eden hugsjónini í huga. Øll starvsfólk blivu send á skeið, fyri at menna sínar førleikar til at arbeiða við hugsjónini. Nógvur peningur bleiv brúktur uppá førleikamenning.

Tað er í døpur huga vit starvsfólk, nú mugu ásanna, at Eden hugsjónin ikki letur seg gera undir teimum treytum, vit nú arbeiða undir. Endamálið var annars gott. Vit skuldu arbeiða fyri, at vit gjøgnum røktina skuldu hjálpa teimum eldru burturúr einsemi, keðsemi og hjálparloysi. Til hetta skuldu vit hava børn, djór, plantur og spontanitet í okkara virksemi. Til hetta krevst tíð, umsorgan, og áhugi. Spurningurin er nú, um vit skulu avlíva djórini ?

Røktin fer framyvir ikki at kunna taka støði í sjálvsavgerðarrættinum hjá teimum gomlu, og fakliga stúra vit fyri, at avleiðingarnar fyri tey gomlu, fara at raka meint. Til dømis eru nógvar fylgjur tengdar at at liggja ov nógv í songini, so sum øktur vandi fyri blørubruna, lungnabruna, likamlig viknan og stór afturgongd á øllum økjum. So er tað fakligheitin bæði í mun til føðsluvirðið í upphitaða matinum, umframt tað árin, tað hevur á fólkini ikki at kenna matlukt, og kunna sita uppi saman og eta. Hetta fer at ganga útyvir matarlystin, og harvið viðføra verri heilsustøðu.

Tá ið vit ikki hava nakað slag av ítrivi, tí allir tímar eru spardir burtur, verður úrslitið eisini, at vit ikki kunnu geva teimum eldru tað innihald í dagin, teimum tørvar. Hetta er óvirðiligt.

Samanumtikið kunnu vit við nevndu sparing ikki veita tað góðsku í røktina, teimum gomlu tørva. Vit kunnu snøgt sagt ikki annað enn renna runt og royna at fáa øll rein, mett, og upp. Umsorgan, nærvera og menniskjaligheit verða burtur.

Vit heita tí inniliga á landsstýriskvinnuna um at forða fyri hesi sparing, og gera sítt til, at okkara gomlu fáa eitt virðiligt lív á ellisárum.

Í døpurhuga – starvsfólk á Hamragarði

Harleywoodpaint