Nú komið er út á veturin og kavi og vindur hótta, er fótbóltskappingin komin til týdningarmestu avgerandi leik umførini. Og so er afturvendandi spurningurin hví landskappingin í fótbólti ikki enn er avgjørd nú vit skjótt eru í november.
Nú komið er út á veturin og kavi og vindur hótta, er fótbóltskappingin komin til týdningarmestu avgerandi leik umførini. Og so er afturvendandi spurningurin hví landskappingin í fótbólti ikki enn er avgjørd nú vit skjótt eru í november.
Meiningarnar eru ymiskar men flestu eru samd um at tað er ikki nøktandi at avgerandi dystirnir verða ár um ár spældir í ódnarveðrið.
Tað er fleiri dømi um at dystir sum verða leiktir mitt í viku savna nógvar áskoðarar og tí er einki sum forar fyri at dystir verða spældir sunnu/leygardag og mikudag.
Í øllum føri skuldi ikki verið neyðugt at spælt so seint á árinum.
Fyri leikarar er tað ein dreymur at sloppið at spælt tveir dystir um vikuna og so kundi verið vant tað minni. Undir øllum umstøðum verður hetta vantandi eitt punkt tá feløgini hittast at eftirmeta kappingarárið – eins og hetta punkt hevur verið á dagsskrá so mangar ferðir.
Hvat siga venjarar við leikarar um dómaran
Eitt hjartasuff afturat: Tað er gamalt, at dómarar skulu tola at leggja oyru til nógv undir einum dysti. Metingin sum FSF ger av atburði hjá leikarum undir dysti líkjast alt meira løgfrøðiligum metingum enn eini viðgerð sum tekur støði í tí ítróttarliga. Samstundis taka feløg ítróttarliga atburðin hjá leikarum, leiðarum og ikki minst venjarum í alt ov lítlum álvara.
”Menn sum ikki sjálvir hava spælt fótbólt í fremstu deildini, áttu ikki at sloppið at sitið í nevnd!”, er ein ikki ókendur pástandur millum fótbólts fjepparar tá kjakast veður harðliga um eitthvørt. Hetta er tó ikki so einkult í veruleikanum tí fótbólturin hevði verið fátækur um bert tey sum høvdu eina aktiva fótbóltslívsleið høvdu kunna luttikið í felagslívið og nevndararbeiði.
Men tað skerst ikki burtur at tá hurðar til skiftingarrúmini kring landið verða latnar aftur undan dysti og venjarar og leikarar tosað saman aftan stongdar dyr – verða lunnar lagdir undan sálarligu menskuna sum leikarar fara á vøllin við.
Tað er ein heilt serligur stemningur tá leikarar og venjarar ”syga seg upp” og her er tað ábyrgd venjarans at fáa sínar kosnu 11 at avrika meira enn teir undir vanligum umstøðum áttu at megna.
Men eisini her eigur dentur at vera lagdur á at vísa góðan ítróttar sið – men er veruleikin ikki tann øvugti – tí tað gongur út uppá eitt – tað er at vinna á fíggindanum – sum er mótstøðu liðið?? Her verða øll vápn brúkt… og enntá boð givin um at leikarar áhaldandi skulu skelda og viðmerkja dómaran, tí júst hesin dómarin skal verða lættur at ávirka oso.fr…
Feløg eiga ikki at góðtaka at ítróttarfólk og leiðarar sum mynda feløg og eru fyrimyndir hjá ungdómi okkara ikki vísa ítróttarligan atburð. Í alt ov stóran mun eru vit vitni til at leiðarar og venjarar hava ein atburð til dyst sum als ikki kann sameinast við ítróttarligu hugsjónirnar.
Hesum hava nevndirnar í ítróttarfeløgunum evstu ábyrgd av, men tá hesi oftast eru tey somu sum rópa mest niður á dómarar og taka partí við egnum leikarum – hvat kunnu vit so vantað av leikarum og ungdómi okkara??
Tað krevur at vit taka ábyrgd – og vísa topparnir ikki ábyrgd – so verður ítróttin tapari.




