Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn eitt bakkast hjá KÍ

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

KÍ spældi aftur ein vánaligan dyst á Summar Festivalinum í ár. Hesaferð móti ringasta liðnum í deildini.

Talan bleiv ongantíð um nakran góðan dyst á Summar Festivalinum. B68 hevði fyrsta stóra møguleikan í 13. minutti og 10 minuttir seinni hevði KÍ sín fyrsta av trimum stórum mál møguleikum í øllum dystunum. Skallarin frá Jonas Flindt Rasmussen endaði á stongini. Eisini eina aðru ferð stóð Jonas væl fyri, men tað endaði við, at B68 fekk forðað royndini út til hornaspark. Sum heild var tað nærum bara uppá deyðbóltar, at KÍ tóktist vandamikið. Annars hendi ikki stórvegis í fyrra hálvleiki, har KÍ hevði bóltin meira, men fyri tað mesta spældi liðið aftanfyri miðjuna við seinum spæli. Onkrar vandastøður vóru, men har eingin fekk skot á.

Fyrsta korterið av seinna hálvleiki sat B68 á spælinum og ein sat bara og bíðaði eftir, at teir fóru at koma á odda. Men teir fingu ikki mál og stóru mál møguleikarnir manglaðu eisini í ein ávísan mun. Seinasta hálva tíman var talan um javnan dyst, har KÍ kanska royndi meira, men har spælið als ikki hekk saman. Sum oftast endaði tað við ”bleytum” innleggum, sum Hans Jørgensen ongar trupulleikar hevði av. Størsta møguleikin hjá KÍ kom í 81. minutti, tá innlegg frá Páll A. Klettskarð endaði hjá innskifta Sørmundi Kalsø, men royndin endaði á yvirleggjarinum og síðani fór bólturin niður á strikuna og út aftur í spæl. Sum heild var javnleikurin í tráð við leikgongdina.

Eingin kann brúka úrslitið

B68 fekk sítt fyrsta stig á útivølli í ár. Men burtursæð frá tí, so kunnu teir ikki brúka javnleikin til stórvegis. B68 hevur framvegis heili 7 stig upp til niðasta liðið yvir niðurflytingarstrikuna og kanska kundu teir lagt meira fyri at fáa øll stigini í kvøld. KÍ hevur nú ikki vunnið í fýra dystum, og tí var hetta enn eitt bakkast hjá KÍ, sum við javnleikum og tapum ikki kemur nakað nærri einum Europa League plássi.