Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn eitt heimsnavn til Klaksvíkar

(Erik Biskopstø)

Nú er enn eitt heimsnavn avdúkað, sum fer at trýna á pallin á Summar Festivalinum.

Leysasøgurnar hava verið nógvar og gitingarnar enn fleiri, men nú er tað vist, enn eitt heimsnavn kemur á Summar Festivalin. Á heimasíðuni hjá Summar Fesivalinum sigur festivlurin frá, at talan er um svensku songkvinnuna Ana Johnson, sum fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við eyðkennislagnum til Spiderman II We are.


Men tá var Ana longu heimskend heima í Svøríki, fyrsta stakfløgan hjá henni The way I am gjørdist beinanvegin eitt útvarpshit í heimlandinum, og vísti, at her var ein talan um eitt listafólk við nógvum upp á hjarta. Tónleikurin er góður popprokkur, sum vísir eina kreativa og spennandi unga songkvinnu.