Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn eitt politiskt álop á Heilsuverkið har KVF er miðlari

John William Joensen

Í Degi og Viku í kvøld slapp fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum at gera Klaksvíkar Sjúkrahús til eina forðan fyri at rationalisering og bygnaðarbroytingum í Heilsuverkinum.

Í Degi og Viku í kvøld slapp fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum at gera Klaksvíkar Sjúkrahús til eina forðan fyri at rationalisering og bygnaðarbroytingum í Heilsuverkinum. 

Samlaðu netto útreiðslurnar hjá Landskassanum til Heilsumál í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 eru settar til 939,2 mió. Kr.

Millum størstu útreiðslu postarnar eru (rakstrarjáttan):

Landssjúkrahúsið 393,9 mió. (42%)

Serviðgerð uttanlands 143,2 mió. (15%)

Klaksvíkar Sjúkrahús 63 mió. (6,7%)

Suðuroyar Sjúkrahús 53,3 mió. (4%)


14 ár uttan nevniverdugar íløgur á smærri sjúkrahúsunum

Á Fíggjarlógini seinastu 14 árini til og við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 hevur landskassin brúkt tilsamans 780,7 mió. kr. til íløgur í tey trý sjúkrahúsini.

Av hesum eru 96% brúktar á Landssjúkrahúsinum, 2,7% á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og 0,7 % á Suðuroyar Sjúkrahúsið.

Tað kann tí tykjast løgið at Klaksvíkar Sjúkrahús sum sambært nýggjastu tølunum einans umboðar millum 5% og 6% av samlaðu útreiðslunum í føroyska Heilsuverkinum, skal verða bjálkin í eyganum hjá fyrrverandi fíggjarmálaráðharra, sum uttan so mikið sum ein spurning um egin politisk avrik, slapp at senda egnar politiskar ballónir til himmals. Eg trúgvi ikki at sjónvarpsverturin er so tollutur sum hann sá út undir fyrilestrinum – men í minstalagi átti sjournalisturin at fyrireika seg til at sett onkran viðkomandi spurning.