Premier League: Manchester United hevur enn ikki vunnið í hesum kappingarárinum. Í dag gjørdist tað ein málleysur javnleikur ímóti uppflytarunum úr Burnley. Var tað rættvíst, átti United eitt brotsspark í dag. Men tað vil ikki ganga hjá Manchester United; ið hvussu er ikki enn.
Premier League: Manchester United hevur enn ikki vunnið í hesum kappingarárinum. Í dag gjørdist tað ein málleysur javnleikur ímóti uppflytarunum úr Burnley. Var tað rættvíst, átti United eitt brotsspark í dag. Men tað vil ikki ganga hjá Manchester United; ið hvussu er ikki enn.
Burnley legði út sum eitt óløgi og hevði alt teir fyrstu fimm minuttirnar. M.a. eitt skot á tvørtræið eftir eitt fríspark. Eisini var verjan hjá United sera skirvislig í byrjanini. Heilar tvær ferðir misti verjan bóltin, og var hepnið við Burnley, høvdu teir lagt seg á odda.
Men Manchester United kom yvir ’sjokkbyrjanina’ og tók yvir eina løtu. Serliga vóru tað teir offensivu leikararnir, sum vístu sítt virðið, har í millum Angel Di Maria. Og var hepnið við United, ja so kundi mál staðist burturúr tveimum støðum.
Í einum føri gjørdist Van Persie leysur, eftir eina góða sending frá Di Maria, men málverjin kom gott út. Lítla løtu seinni var Di Maria aftur upp á spæl, tá ið hann broderaði seg saman við øðrum fram í gjøgnum vinstru síðu og legði til endans inn fyri. Men Mata var áhalsin og gleið, tá ið hann skuldi skjóta.
Síðsta korterið fyri hálvleikin tók Burnley aftur yvir. Men teir gagnnýttu ikki støðurnar til fulnar. Verjan hjá Manchester er sera ótrygg og hetta royndu teir úr Burnley at gera sær dælt av, uttan at tað eydnaðist.
Seinni hálvleikur beyð ikki upp á eins nógvar kjansir. Manchester royndi at trýsta, serliga tað síðstu løtuna, men ongantíð gjørdist tað orduliga vandamikið.
At tað ikki gekk at fáa mál hjá United í dag er ein søga, men tað gjørdi tað ikki betri fyri Manchester, at teir í síðstu minuttunum áttu eitt klokkuklárt brotsspark. Bólturin kom í hendurnar á einum Burnley-leikara.
Tað gongur bara ikki hjá Manchester United fyri tíðina. Enn eitt skuffilsi fyri United-fjepparar.




